Á breddanum

Ger IKKI títt egna handspritt!

Mad-scientist-169944301_5760x3840.jpeg

Fyri tíðina eru fleiri uppskriftir til heimagjørt hondspritt at finna í miðlunum og á netinum. Men Arbeiðs- og brunaeftirlitið sigur, at hetta er eitt vána hugskot. Tí skalt tú ikki royna at gera títt egna hondspritt

Tær flestu uppskriftirnar rigga nevnliga ikki, og tað er skjótt at koma til at brúka skeivt tilfar. Tí er tað ikki stríðið vert, og tað er eisini sjáldan eitt gott hugskot at spæla við kemisk evni heima við hús.

Spritt ella alkohol er sera eldfimt. Tað er tí stórur vandi fyri, at eldur kann koma í, ella at tú brennir teg.

Í staðin fyri at spritta tær hendurnar, kanst tú vaska tær við sápu og vatni. Hetta er ein líka góður máti at drepa virus og bakteriur.

Minnist tú til at vaska tær um hendurnar?