Soleiðis reinsar tú tína fartelefon fyri koronavirus
Er hon við tær allastaðni? Hevur tú hana í hondini beint nú? Tína fartelefon …
Koronavirus kann sita á fartelefonini hjá tær. Og hóast tú ofta vaskar tær um hendurnar fyri tíðina, so kann fartelefonin treingja til høvuðsreingerð kortini.
Fylg hesum 5 stigunum til eina virusfría fartelefon:
Spyr ein vaksnan um hjálp.
Sløkk telefonina og tak hylkið av.
Reinsa telefonina við einum bleytum klúti og spritti (isopropylalkoholi).
Brúka ein vattpinn til myndatólið.
Vaska plasthylkið við vatni og sápu. 🛁💦✨
Tað er eitt gott hugskot at reingera fartelefonina oftari enn vant fyri tíðina. Ein amerikonsk kanning vísir nevnliga, at koronavirus møguliga kann yvirliva á plasti í upp til trý samdøgur.