Gaman

 Gaman

Hvussu undirheldur tú einum býttum persóni í 24 tímar? Svar: Tú tekur ein seðil og skrivar „vend við“ á báðar síður.

- Hon

Hvat ger Spider-Man, tá ið hann er liðugur at drekka kaffi? Svar: Hann e(i)tur koppin …

- longwayfromhome

Øll fólk fóru á heysin uttan Óli og Askur, teir seldu spritt og maskur.

- hahaha!

Tú fert inn um eina hurð, og har eru ein leyva, ein eiturslanga og ein leopardur. Hvat gert tú? Svar: Fert út aftur og letur hurðina aftur.

- Skilir tú?

Hví eru bananir boygdar? Svar: Annars høvdu tær ikki passað inn í skalið.

- Lítla bananin

Eygnalæknin sigur við sjúklingin: – Úrslitini av kanningini eru tíanverri ikki serliga góð. – Kann eg síggja tey? – Tí rokni eg ikki við …

- Harry Harry

Hví droppaði eiturkoppurin teir sosialu miðlarnar? Svar: Hann var troyttur av netinum.

- hey anna mín bróðir

Hvør dugir best at kasta píl í Star Wars? Svar: Dart Vader.

- Haha skilja tit “Dart” sum í eini dartskivu!

Hví stjól Robin Hood frá teimum ríku? Svar: Tí tað var einki snilt at stjala frá teimum fátæku.

- Hey Bárður M.

Hvat smyrja kýrnar upp á breyðið? Svar: Mutella

- Fortnitenørdin

Tveir rosinubollar vóru farnir á seiðaberg. Knappliga bítur ein stórur laksur á hjá øðrum rosinubollanum. Hann dregur inn, men kastar alt fyri eitt laksin út aftur. – Hví kastaði tú hann út aftur, spyr hin rosinubollin. – Hatta var jú ein laksur! Eg havi ikki ráð at eta so dýran fisk.

- EG ELSKI FÓTBÓLT!