Tá ið eg eri einsamallur …
Tá ið eg eri einsamallur …
… so ímyndi eg mær, at eg eri ein gandakallur. Shhh! Ikki sig tað fyri nøkrum
Harry Potter
Mín sjeikur
Eg dámi onkran.
PS. MEGA NÓGV og eg vit eru saman!
Dámarin
S, P, ella K
Einaferð spældu vit S, P, ella K, og vinkona mín segði, at eg skuldi mussa drongin, sum mær dámdi. Og so mussaði eg hann, og so segði hann, at andin hjá mær luktaði av fiski. Og nú eri eg mega kedd. Eg fari ongantíð at snakka við hann aftur. Eg eri heartbroken nú.
Gentan við fiskaanda
Dámar honum meg?
Mær dámar ein drong á Tvøroyri, men eg haldi ikki, at honum dámar meg.
Forelskaða gentan
Tá ið eg havi verið í bað …
… so stilli eg meg naknan framman fyri speglinum og dansi. Og tá meini eg við ein svakan dans! Eg risti allan kroppin og svingi við rumpuni og geri snedigar keipur við andlitinum, meðan eg murri okkurt undarligt, til dømis: Nuah-nuah-nyahaha! Tað er mín flovisligasta hemmiligheit! Halda tit, at okkurt er galið við mær?
baðdansarin
Viðhvørt tá ið eg eri einsamallur heima …
… MÁ eg bara renna runt og flippa út. So seti eg harðan musikk frá, og onkuntíð renni eg inn í veggin ella møblarnar. Eg veit ikki rættiliga hví, men eg fari líkasum inn í tankarnar og tónleikin. Sig tað ikki fyri nøkrum … Lova tað!
Eg veit ikki hví