G! Kris Kristofferson
Í gjár, leygardag, vóru nógvar góðar konsertir á G!. Tann fyrsta var við 82 ára gamla legendariska Kris Kristofferson, sum hevur spælt nógv saman við country-superstjørnunum Willy Nelson og Johnny Cash. Umframt hansara fantastisku sangyrkisleið, hevur hann eisini spælt við í eini 70 filmum.
Ein ordans verðinsstjørna á G!
Tað vóru eisini nógv fólk samlaði at hoyra Kris, og tíbetur var sól tá løtuna. Tað regnaði bæði áðrenn og aftaná.
Fyri meg var tað bara stuttligt at síggja hendan mannin, sum eg bara havi sæð í filmum. Nú verður tað aldrin tað sama, at síggja filmar hansara aftur ella hoyra ‘I was a highwayman’.
Teitur í Stórustovu