Greinir

Mø følir seg heima í Føroyum!

MØ. Mynd: G! Knut Johnsson Gray

MØ. Mynd: G! Knut Johnsson Gray

Størsta navni á G! í ár er heimskenda Mø úr Danmark. Flest øll kenna hennara hittsangirnar ‘Final song’, ‘Dont leave’ og “Kamikaze”.

STROK var eisini við á pressifundinum hjá Mø. Har segði hon, at hon var so glað fyri at vera her, og at hon føldi seg heima í Føroyum😊 

- Tað er sum at koma heim, tí øll her duga at tosa danskt, segði Mø.

Hóskvøldið (ella rættari fríggjanáttina) klokkan 1 spældi hon konsert á sandinum. Hon framførdi sjálvandi øll hitini, og so sang hon eisini ‘Cold water’ og ‘Lean On’ at enda.

Stjóra fjøldin av fólkið byrjaði longu at savnast ein tíma áðrenn konsertina, og kl 24.30 var tjokkfult! G! fyriskiparar siga eisini, at hetta hóskvøldið er helst mest seldað hóskvøld nakrantíð, tey 16 árini G! hevur verið.

Fantastiska góð konsert😊  Mø synur bara væl, og ein skilur væl, at hon er so (heims)kend, sum hon er. Flott at fáa so aktuelt navn til festival í Føroyum!

Teitur í Stórustovu

So nógv fólk vóru á sandinum í Syðrugøtu, tá ið Mø spældi. Mynd: G!

So nógv fólk vóru á sandinum í Syðrugøtu, tá ið Mø spældi. Mynd: G!