Rihanna vil hjálpa heiminum saman við Macron forseta
Sangarinnan Rihanna hevur lagt ætlan saman við forsetanum í Fraklandi eftir, at tey bæði hittust fyrr í summar.
Rihanna arbeiðir fyri at bøta um útbúgving og heilsu í fátækum londum. Og tað vildi hon fegin hava Macron at hjálpa sær við.
Rihanna skrivaði til Macron á Twitter og spurdi hann, um hann vildi stuðla útbúgving.
Síðan hittust tey og løgdu ætlan saman. Loyniliga ætlanin verður avdúkað í september.
Kelda: abcnews