Ársins SF 2017 varð av ígjár
Festivalurin var fínasta slag. Tað regnaði illa, sum eisini merkti okkara festival, men tað var ikki verri enn ilt. Um eg ikki hevði eini hús at fara inn at turka klæðini og fáa pausu frá regninum, hevði verið verri.
Tað mesta av festivalinum var eg samam við vinunum. Tey búðu á tjaldingarøkinum, so har vóru vit mest. Har ætli eg mær at búgva í næsta ár. So skal eg líka keypa mær eitt feitt tjald áðrenn!
Besta konsertin var tann hjá Dynamit. Hon var ótrúliga góð! Teir eru bara so forbii stuttligir. Eisini nú teir spældi fyri 7. ferð á SF.
Størsta yvirraskilsi var nokk Christopher. Mær dámar hann annars ikki og kenni onki serligt til hansara, men hann var faktiskt fínasta slag. Væl betri enn væntað.
Størsta skuffilsi var Toto og tað nógva regnið.
Ein fínur festivalur, sum heild.
.... og nú: Aftur í skúla!
Teitur