Vátur Lukas rokkaði “Váttsbø”😉
Áftaná sindur av roksi kom eg so til Klaksvíkar. Um tað pissregnaði í Havn, so regnaði enn meira har.
Hetta foraði tó ikki fólki at koma til eina av høvuðskonsertunum í ár, nevnliga hjá Lukasi Graham.
Vágsbøur var tjokkaður av fólki. Alt var fult! Og stemningurin var eisini mega góður, sjálvt um øll blivu dýggjvát. Øll vóru í regnklæðum. Nógv í regnsløðum, sum mann keypir frá SF.
Lukas sang øll síni hitt og nógv afturat, og øll sungu við. Eitt kann mann ikki taka frá manninum og tað er, at hann syngur heilt ótrúliga væl!
Eg tosaði í dag við eina, sum hevði verið í morgunballi við Graham í alla nátt/morgun, og har hevði hann sungið bæði kend og eisini heilt ókend løg hjá sær. So summi fingur enn meira fyri sína billett, enn vit onnur😉
Lukas fær 4-5 stjørnur frá mær – og hetta hóast oysandi regn.
Teitur