PAX V + IV: Gasturin og Nykurin
PAX er ein fantasibókarøð, sum Åsa Larsson og Ingela Korsell hava skrivað. Bøkurnar eru um beiggjarnar Alva og Viggo. Teir búgva í Mariefred hjá fosturforeldrum, tí mamma teirra er alkoholikari. Men Alvi og Viggo verja eisini eitt gandabókasavn saman við gomlu systkjunum, Estrid og Magnar.
Gasturin er fimta bók í røðini. Ein gastur er eitt spøkilsi, sum tekur orku frá fólkum, hava Alvi, Viggo, Estrid, Magnar og Iris, lisið. Ja, Iris er komin uppí, men tey eru ikki heilt sikkur, tað kundi verið ein fella, tí fyrr var hon í parti við tí svørtu heksini.
Sætta bókin eitur Nykurin. Ein nykur er ein, sum býr í vøtnum og drepur fólk. So er tað eisini nakað, ið eitur sjórán. Tey búgva eisini í vøtnum, men drepa ikki fólk. Hesar verurnar eru reyðhærdar, tá ið tær eru á landi.
Í Mariefred er mamma Alva og Viggo komin at vitja. Tað er langtsíðan, teir hava sæð mammu sína. So er ein slotsvørður komin. Hann er reyðhærdur, og honum dámar sera væl vatnítrótt. Í skúlanum hava tey ítrótt og skulu fara á vatnið, og har er avísað. So skulu tey eisini hoppa í tað ísakalda vatnið. Men tað dámar Alva onki. Hann fer kortini og dettur ígjøgnum ísin. Hann følir okkurt taka um beinini á sær.
Eg haldi, at PAX eru bestu bøkurnar, eg nakrantíð havi lisið. Tær eru stuttar og hava myndir, men tær eru soo spennandi, og tær blíva bara betri og betri. Myndirnar eru eisini sera góðar.
Brynhild Sjúrðardóttir Meitil, 12 ár