G! 2017 er av
So er 16. G! festivalurin av. Hetta var ein eitt sindur annarleiðis festivalur fyri meg, tí tað endaði við, at eg bara var til arbeiðis, og ikki rann runt sum vanligt.
Ongi av mínum vinfólkum vóru har í ár, so eg hevði ikki so nógv annað at gera, enn at fara til konsertir og so inn í Estra (pressuhúsið) at skriva ummælini.
Tóra systir mín arbeiddi fyri Røddina, so hon var eisini í Estra, og tað sama við mammu, sum arbeiddi fyri KVF. So hesin festivalur var mest koyring aftur og framm, konsertir og skriva ummæli.
Tað er eisini gott, men tað er feitari eisini at hava sindur av fríløtum og fest eisini. Tað er eisini feitari at sova har í tjaldi, sum nakrir av okkum gjørdu í fjør, enn at koyra aftur og framm dagliga. Næsta ár verður tað tjalding!!
Eg eri rættuliga imponeraður av skránni í ár. Tað er jú fantastiskt at fáa slíkar heimskendar stjørnur hendanveg, sum Mø og Kris.
Allar konsertirnar, eg var til vóru feitar, men um eg skal velja eina framum, so var tað Mø.
Enn ein genialur G! festivalur!
Í næsta ár verður G! helst uttan familju, koyring og arbeiði, men við tjalding, vinfólk og hugni😎
Takk fyri meg G!
Teitur í Stórustovu
Og takk til tín Teitur - tú hevur verið óførur!