Anne with an E
Bjalla Beintudóttir Dalsgarð, 12 ár, ummælir
Netflixrøðin byggir á klassisku bøkurnar um Anne of Green Gables (Annu á Grønafløtti), sum kanadiska Lucy Maud Montgomery skrivaði fyrst í 1900talinum.
Søgan er um foreldraleysu Annu. Anna er ein glað, reyðhærd genta, sum púra óvæntað endar á Grønafløtti hjá systkinaparinum, Matthew og Marilla Cuthbert. Tey vildu ættleiða ein drong, so hann kundi hjálpa teimum á garðinum, men fingu Annu í staðin. Frá tí degi, at Anna kemur til Grønafløtt, verður lívið hjá henni – og Matthew og Marillu og øllum hinum í tí lítla býnum – ongantíð tað sama aftur.
Tí Anna er ein rættiliga serlig genta. Hon hevur eitt stórt hjarta og gott (STÓRT) hugflog, og hetta fær hana (og onnur) onkuntíð í truplar støður. Ein góð og innilig røð um vinalag, at vaksa til og at finna sítt pláss her í verðini. Avgjørd verd at hyggja at.
Tú kanst eisini lesa um foreldraleysu Annu á føroyskum í krabbabókini Anna á Grønafløtti, sum er ein stytt og endursøgd útgáva av fyrstu bókini í røðini.