Artemis Fowl
Petur Gaard Jakobsen, 12 ár, ummælir
Søgan um Artemis Fowl er góð. Eg havi lisið tvær bøkur og eri við at lesa ta triðju bókina. Hann, sum hevur skrivað hesa bókarøðina, eitur Eoin Colfer. Tann fyrsta bókin kann í byrjanini vera eitt sindur strævin at lesa, men verður sera góð seinni.
Søgan snýr seg um tólv ára gamla drongin Artemis Fowl, sum er kriminellur og vil vera millióningur, so han stjelur frá teimum „fornisku”. Tey fornisku liva undir jørð og eru yvirnatúrligar verur so sum álvar, trøll og dvørgar. Tey liva nógv longur enn vanlig menniskju. Ein av teimum fornisku livir í menniskja heiminum, tí hon er blivin bundin av rúsdrekka. Artemis fer til Vietnam, har hann møtir einum ríkum manni, ið letur sum um, hann er ein fátækur tænari. Hann vísir Artemis og Butler (Butler er lívverjin hjá Artemis), hvar álvurin er, og fær nógvar pengar afturfyri. Artemis gevur álvinum nakað, sum drepur álvar, um teir ikki fáa mótgift. Á tann hátt noyðir hann álvin at vísa sær týdningarmiklu álvabókina og tekur myndir av hvørjari síðu.
Í bokini hendir nógv spennandi og áhugavert, sum tit sjálv mugu lesa. Søgan um Artemis Fowl er fantasy, tí har eru ymiskir heimar og yvirnatúrligar verur. Hon líkist ikki øðrum fantasybókum, sum eg havi lisið, tí í hinum er nógvur gandur, men í hesari er nógv tøkni.
Mær dámar væl fantasysøgur, og tí er hendan bókarøðin júst fyri meg og øll onnur, sum dáma fantasy.
FAKTA:
Heiti: Artemis Fowl
Rithøvundur: Eoin Colfer
Myndir: Tony Fleetwood
Týðari: Bergur Rasmussen
Síður: 273
Útgávuár: 2004
Upprunamál: enskt
Innbinding: heft við klaffum