Greinir

At tora at spyrja

At tora at spyrja1.jpg

Summafuglar í búkinum, eygu, ið møtast, og ivi. Alt hetta og meira aftrat følir tú, tá ið tú ætlar tær at spyrja um kjans. Tað kann vera bæði spennandi og ringt alt í senn. Tað vita Maria, Eiri og Elin, sum STROK hevur tosað við. Her er søgan hjá Mariu.

Tað er best at spyrja sjálv

Maria, 14 ár, er serfrøðingur í at biðja um kjans. Men har er eingin at ganga saman við. – Tað er nógv alvorligari nú, sigur hon.

Frá tí Maria var fýra ár, til hon varð 10, hevði hon sjeik. Átta íalt. Hon minnist serliga einaferð. Tað var vetur og ein drongur, sum hon hevði gingið saman við av og á, spurdi aftur.

- Hann skrivaði mítt navn í kavan í skúlagarðinum. Og tá ið vit fóru innaftur, spurdi hann meg um kjans. Eg segði sjálvandi ja.

Sjálv hevur Maria spurt um kjans fleiri ferðir. Hon hevur eisini roynt ymiskar mátar at gera tað uppá.

- Eg haldi, at tað er best sjálv at fara til tann, tú vilt spyrja. Sært tú hann, veitst tú líkasum betur, hvat tú skalt gera. Spurt tú t.d. við sms, kann tað følast undarligt, tá ið tit hittast aftur.

Men hvussu tú spyrt, valdast hvør tú ert, og hvat støðan er. Og Maria heldur ikki, at nakar máti er rættur ella skeivur.

- Ert tú smæðin ella rodnar lættliga, sum eg, er tað lættari at skriva ein lepa ella senda eini sms-boð. Tað er eisini smart at gera tað soleiðis, um tú vilt halda tað loyniligt.

Maria heldur ikki, at tað er løgið, at tað kann virka ræðandi. Tú veitst jú ikki, hvat hin fer at svara. Og tað kann væl vera, at tú fært eitt nei – tað veit hon væl. Einaferð tey høvdu køk í skúlanum, pyntaðu tey smákakur. Maria skrivaði ‘Eg elski teg’ á eina kaku og gav dronginum, sum henni dámdi serliga væl, kakuna. Samstundis spurdi hon um kjans. Men hann og vinirnir flentu bara at henni.

- Tað var mega flóvisligt, og eg royndi bara at lata sum einki aftaná. Men nú kunnu vit skemta við tí.

Seinastu trý árini hevur Maria ikki gingið saman við nøkrum. Hon saknar at vera forelskað og hava onkran at hugna sær saman við og gera ymiskt saman við. Men hon er ikki forelskað í nøkrum í løtuni. 

- Tá ið eg var yngri, hevði tað minni at siga. Tú kundi spyrja um kjans ein dag og so gera tað liðugt dagin eftir. Nú er tað meiri seriøst. Mann skal í hvussu er vilja vera saman í minsta lagi ein mánað og vita, um hetta er tað rætta fyri teg.

Nú Maria er vorðin eldri, er tað so nógv annað, sum eisini hevur týdning. Tú skalt vera pen og klók. Og er mann saman, skal hin vera líka. Tí ganga næstan eingi saman longur í hennara skúla.

- Tað virkar, sum kærleiki er eitt sindur flóvisligur. Fólk blíva snedig og skemta bara, um mann fer at tosa um forelskilsi og at biðja um kjans. Og tað er keðiligt, tí eg vil ordiliga gjarna hava onkran at ganga saman við.

Maria, Eiri og Elin eru dulnevni.

Tekning: Rakel Anthoniussen

Øll greinin stendur í STROK 2 | 2018