BFF = BVA = Bestu Vinir Altíð
Hvussu nógv veitst tú um tín besta vin? Gríslar hann tenn í svøvni? Er yndisliturin svart? Og dámar honum ræstan fisk? Tak vinatestina niðanfyri og testa tykkara vinalag!
Tit skulu brúka:
• Tveir bestu vinir
• 2 spurnarbløð (tit kunnu taka tey niður her á síðuni og prenta tey út)
• 1 penn ella blýant í part
Soleiðis gera tit:
Takið hvør sítt spurnablað og byrjið at svara spurningunum alt fyri eitt og í TØGN. Ikki snýta – ikki lesa hart ella hygg at andlitsbragdinum hjá hvørjum øðrum!
Tá allir spurningarnir eru svaraðir, býta tit um spurnablað og geva 5 stig fyri hvørt rætt svar – skeivt svar gevur ikki stig.
Nú, hvussu kláraði tú teg?
Um tú fekst nógv stig, so merkir tað, at tú ert nærlagdur/-løgd og gevur tær far um smálutirnar! Tað er eisini ókey at skora lægri, tí tað er í lagi ikki at vita ALT um sín besta vin – at vera har, tá ið á stendur, er tað, sum hevur týdning, og tað kann ikki mátast í nakrari test – sjálvt ikki eini vísindaligari og eftirfarandi test sum hesari!
Grein í STROK 2 | 2024
Mynd: iStockphoto