Bohemian Rhapsody
Hjálmar Allansson Dalsgarð, 17 ár, ummælir
Bohemian Rhapsody ein filmur, sum er grundaður á veruligar hendingar. Filmurin er um lívið hjá Freddie Mercury frá tí at vældámdi bólkurin Queen (har hann var forsangari) byrjaði og til bólkurin spældi á stóru Live Aid-konsertini, sum er ein tann størsta tónleikahendingin nakrantíð.
Í filminum sær mann, hvussu Freddie bleiv ein partur av Queen, hvussu alt byrjaði og teir nógvu trupuleikarnir teir møttu á vegnum. Tú fært eina góða hóming av hvussu lívið sum heimskend rockstjørna ofta er, og ikki bara tað, sum verður víst fyri fólkið. Sjálvandi hendi alt í filminum ikki sum tað hendi í veruleikanum, men søgan er sum hon er fyri at gera filmin meira samahangandi og fyri at fáa so nógv sum gjørligt av Queen- og Freddie Mercury-søguni við í teir 2 tímar og 14 minuttir, sum filmurin varir.
Nógvir av teimum heimskendu sangunum hjá Queen eru við í filminum og tað er bara prikkurin yvir i’ði. Eg haldi, at hettar er ein tann besti filmurin, eg nakrantíð havi sæð, og eg viðmæli øllum, sum dáma Queen ella bara kenna onkran sang hjá teimum at hyggja at filminum. Men eg rokni við, at sjálvt um tú ikki kennir nakað til Queen og ikki hevur hoyrt nakran sang hjá teimum, so er hettar enn ein fantastiskur filmur - eisini fyri teg.