Greinir

– Eg hevði gjørt ein tunnil til Suðuroyar

 

Kristian Búgvason í Króki býr á Argjum og gongur í Frískúlanum í Havn í 5. flokki. Mynd: Privat

Kristian:

Um eg var løgmaður, hevði eg gjørt ein tunnil til Suðuroyar, soleiðis at eingin behøvist at sigla í tveir tímar fyri at koma til og frá Suðuroy.

Eg hevði bygt fleiri sjúkrahús, serliga á øðrum oyggjum, so at um onkur t.d. er deyðasjúkur á Sandoynni, so kundu tey komið til eitt sjúkrahús upp á stutta tíð, og eg hevði syrgt fyri, at fleiri skurðviðgerðir kunnu gerast í Føroyum.

Vit skulu taka ímóti flóttum, tí fyristilla tær, at tit eru í Ukraina og flýggja og koma til Føroyar. Og um svarið tá er: „Vit taka ikki ímóti flóttafólki, far heim”. Vit kunnu, og vit skulu hjálpa, har vit kunnu. Eg haldi, vit duga væl at hava færri heimleys fólk.

Vit skulu framhaldandi vera ein partur av Danmark, tí vit eru eitt lítið land, og hvussu skulu vit klára okkum, um t.d. Russland loypur á okkum?

Tað skal vera frítt at ganga í haganum fyri øll, men vit skulu vera sikkur upp á, at vit hava ein haga at ganga í. Tí mugu vit viðlíkahalda hann.

Og eg hevði latið skúladagar vera 7 tímar og minkað summarferiuna til 7 vikur. Eg haldi eisini, at prísirnir skulu niður, soleiðis at øll ikki vera fátøk, og eg haldi eisini, at fleiri bústaðarmøguleikar skulu vera. Og so skulu vit minka um CO2-útlátið við elbilum og fleiri vindmyllum.