Greinir

Ein góður djóravinur

Emilia og Askur, sum er eitt pinkuross. Mynd: Ólavur Frederiksen | Faroephoto

Emilia og Askur, sum er eitt pinkuross. Mynd: Ólavur Frederiksen | Faroephoto

Heima hjá Emiliu og teimum er gott at vera, eisini hjá dýrum. Í løtuni hava tey tríggjar hundar, og í einum fjósi nakað burturfrá eru tvær kaninir og hestarnir Askur, Trásti og Bára. Trásti Pog Bára eru íslandsross, og Askur er eitt pinkuross.

Men hvat er ein góður djóravinur? Henda spurningin hava vit sett 10 ára gomlu Emilu Brockie Hansen.

– Eg haldi, at tað er at taka sær av sínum dýrum og geva teimum alt tað, sum tey hava brúk fyri. Mat, vatn, kærleika, ganga túrar, busta teimum, venja triks og ymist annað. Og so bara vera nógv saman við teimum og hugna tær saman við teimum. Og so kanst tú sjálvandi forkela tey av og á við einum góðum beini ella góðbita.

– Tú mást heldur ikki rópa og sláa tey og fara illa við teimum. Er tað til dømis ein hundur, so skalt tú ikki brúka hann sum eina bamsu ella eina dukku, men fara við honum sum einum hundi. Tú skalt royna at seta teg í hansara stað og hugsa um, hvat er gott fyri hundin og ikki, hvat er gott ella stuttligt fyri teg. Ven heldur triks og annað saman, sum hundurin lærir av og heldur er stuttligt.

Les meira um Emiliu og hennara djóravinir í STROK 6.