Greinir

Eitt ár á eftirskúla í Danmark: Røskva tók avgerðina longu í 6. flokki

-  Eg eri ein heilt annar persónur enn, tá ið eg fór avstað, sigur 16 ára gamla Røskva Tórhalsdóttir, sum gekk í Orkesterefterskolen í Danmark síðsta skúlaár.

-  Eg eri ein heilt annar persónur enn, tá ið eg fór avstað, sigur 16 ára gamla Røskva Tórhalsdóttir, sum gekk í Orkesterefterskolen í Danmark síðsta skúlaár.

Hvørt ár velja einir 60 føroyingar at taka eitt ár á eftirskúla. Tað eru einir 260 eftirskúlar at velja ímillum í Danmark, og teir eru sera ymiskir.

-  Eg eri ein heilt annar persónur enn, tá ið eg fór avstað. Eg eri blivin meiri sjálvbjargin og havi fingið meiri sjálvsálit. Eg havi broytt hugsan á fleiri økjum, og so havi eg gjørt mær nógvar lívsroyndir, sigur 16 ára gamla Røskva Tórhalsdóttir, sum gekk í Orkesterefterskolen í Danmark síðsta skúlaár.

Eftirskúli er tó ikki fyri øll. Tey, sum trívast væl á eftirskúla, fáa ivaleyst eitt ótrúligt ár. Tú mennist av at flyta heimanífrá. Tú upplivir eina aðra mentan og mál, møtir nýggjum fólki og knýtir nýggj vinabond. Tú lærir at standa á egnum beinum og sleppur at uppliva ein heilt øðrvísi gerandisdag.

Røskva hevur stóran áhuga fyri tónleiki og tað var meðan hon gekk á Tórshavnar Musikkskúla, at hon fann ein faldara, sum fortaldi um lívið á Orkesterefterskolen. Hon gjørdist sera áhugað og meldaði seg til eftirskúlan.

Hon hevði ikki hoyrt nógv um eftirskúlar áðrenn tað, men eftir vitjanir á Orkesterefterskolen, fór hon av álvara at gleða meg til eitt øðrvísi ár í Danmark.

- Fyrstu tíðina á skúlanum var alt ein stór  broyting og tað var hart til tíðir. Men sum tíðin leið, bleiv skúlin til mítt heim og vinirnir mín familja.

- Tað var ótrúliga gott fyri meg at uppliva tann felagsskapin, ið kemst av at búgva so nógv ymisk fólk saman. Umhvørvið var eisini nógv merkt av virðing ímillum øll, og hetta læt í øllum førum míni eygu upp fyri øllum ymiskleikunum okkara millum.

Les meira um upplivingarnar hjá Røskvu í STROK 6 / 2017