Elin, 11 ár: “Eg hoyri undarlig ljóð”
Dunk, bank, bang! Tá ið Elin, 11 ár, er einsamøll heima, hoyrir hon nógv undarlig ljóð. “Eg eri bangin fyri, at tað er ein tjóvur,” sigur hon
Tá ið STROK tosaði við Elina, vóru foreldrini ikki heima. Hon hevur eingin systkin, og tað var ein gerandisdagur, so tað vóru næstan tveir tímar, til foreldrini komu heim frá arbeiði.
Men tað kennist ókey nú. Eg havi funnið ein máta at klára tað. Fyrr var tað nógv verri, sigur Elin.
Tá ið Elin gekk í triðja flokki, fekk hon sín egna lykil og skuldi vera heima sjálv eftir skúla. Men hon varð bangin, tá ið hon var einsamøll í húsunum.
- Eg hoyrdi nógv undarlig ljóð. Tað ljóðaði, sum um onkur var inni hjá okkum. Eg helt, tað var onkur tjóvur, sum ætlaði at bróta inn. Onkuntíð helt eg, at hann hevði ein knív og ætlaði at gera mær fortreð. Tað var mega óhugnaligt.
Men innast inni visti Elin, at tað var eingin farligur tjóvur inni í húsinum. Tað var bara gangur frá vegnum ella vindurin, sum fekk lokið á ruskspannini at larma.
Foreldrini hjá Elini hava fortalt, at tey høvdu innbrot í kjallaranum, áðrenn Elin varð fødd. Hetta hevur gjørt hana meira bangna. Hon hevur eisini sæð ymiskt á netinum.
- Men fantasiirnir koma nokk mest frá mínum egna høvdi. Eg havi tosað við foreldrini um ræðsluna, og tey siga, at tað er eingin vandi á ferð. Og tað veit eg nokk eisini sjálv.
Í seinastuni hevur Elin funnið eitt triks at sleppa undan ræðsluni. Hon fer inn í kamarið hjá sær og koyrir tónleik frá.
- Tá følist tað trygt. Tá ið tónleikurin spælir, hoyri eg eingi undarlig ljóð, og eg gloymi alt tað óhugnaliga.
Elin eitur í veruleikanum nakað annað.
2 spurningar til sálarfrøðingin Ásu á Neystabø
Hví hoyrir man undarlig ljóð, tá ið man er bangin?
- Tá vit eru bangin, ger kroppurin seg sum sagt kláran at verja seg ímóti onkrum, sum kann vera vandamikið. Bæði Jógvan og Elin ræðast, at onkur ella okkurt er inni í húsinum, og brádliga kennist tað sum um, at hoyrisansurin eisini hevur fingið supermegi. Tað løgna er, at øll hesi undarligu ljóðini – sum super-oyruni hoyra, tá vit eru bangin – eisini eru til, tá vit ikki eru bangin, men tá geva vit teimum ongan ans. Onkran dagin, tá Jógvan og Elin ikki eru bangin, kunnu tey ganga eitt sindur runt í húsinum og lurta ordiliga væl eftir ymiskum ljóðum. So leggja tey møguliga til merkis, at øll hesi undarligu ljóðini eru púra vandaleys. Í øllum húsum eru nógv ymisk ljóð, til dømis ljóð frá uppvaskimaskinu, klokkum, oljufýring, lampu ella vindeyga.
Elin er bangin fyri at vera einsamøll heima, hvat kann hon hugsa um fyri at ugga seg sjálva?
- Næstan øll børn og ung uppliva at vera meira og minni bangin í ymiskum tíðarskeiðum. Tað eru sera nógv børn og ung, sum ikki trívast við at vera einsamøll heima. Elin er longu komin rættiliga langt. Hon hevur funnið loysnir, sum hjálpa henni, og eg haldi, at hesar loysnir eru ordiliga góðar og skilagóðar.
Loysn 1: Tosa við mammu og babba. Elin hevur tosað við mammu og pápa sín, og tey hava hjálpt henni at skilja, at tankarnir eru órealistiskir.
Loysn 2: Hugsa í sannlíkindum: Elin veit, at sannlíkindini fyri, at ein tjóvur kemur inn at gera henni ónáðir eru lítil. Hetta er eisini eitt gott triks. Hvørja ferð tankarnir koma, so skal hon halda fram við at fortelja sær sjálvari, at tað í veruleikum eingin vandi er á ferð.
Loysn 3: Hugsa um okkurt annað – leiða tankar burtur. Tá Elin tendrar fyri tónleiki í karminum, hjálpir hetta henni at hugsa um onnur ting. Neiligir og óhugnaligur tankar fáa ikki pláss, og hon gloymir tað óhugnaliga. Hetta er eitt super gott triks. Flott, Elin.
Les fleiri góð ráð frá Ásu um, hvat man kann gera við sína ræðslu: “Hví verða vit bangin?”
Og um Jógvan, 12 ár, sum altíð hevur verið myrkaræddur: “Eg tori ikki at blunda, men tá ið eg hyggi, verði eg uppaftur bangnari.”
Grein í STROK 5 | 2021