Greinir

Har heimurin endar

 

Olivia Reinert Joensen, 13 ár, ummælir

Bókin er um Quil, sum fer at fanga fugl úti á Warriordranganum saman við átta øðrum dreingjum og trimum monnum. Hetta gera teir hvørt summar, og teir eru har í umleið tríggjar vikur. Teir gera hetta, so at heimbygdin fær mat. Hetta árið er tó øðrvísi, tí ongin kemur eftir teimum aftur.

Teir vóru stúrnir um fólkið á oynni Hirtu, har teir búðu. Eitt kvøldið, tá teir hava lagt seg at sova, støkkur tann eini drongurin upp og sigur hinum, at orsøkin til, at ongin er komin eftir teimum, er, at Gud hevur heintað hini heim til sín og hevur gloymt teir.

Soleiðis royna teir at koma við ymiskum orsøkum til, at ongin er komin eftir teimum. Ímeðan teir eru á Warriordranganum gerast allir meira ella minni ørir í høvdinum.

Eg haldi, at bókin er góð. Hon byggir á veruligar hendingar. Hon er um vón og vónloysi, at gera alt fyri at yvirliva, vinalag og at kenna seg gloymdan av Gudi og menniskjum. Bókin er spennandi, men eitt sindur tung at lesa, tí málið er so torført.

Eg var rættiliga yvirraskað av endanum. Sjálvt um bókin var tung at lesa, so fekk eg eina ordiliga waw­kenslu, tá eg las endan. Hann broytti alla mína fatan av bókini!