Greinir

Her liggi eg og bløði

 
 

Bjalla B. Dalsgarð, 13 ár, ummælir

Olivia Reinert Joensen, 13 ár, ummælir

Foreldrini hjá 17 ára gomlu Maju eru fráskild. Maja býr hjá pápa sínum, men annaðhvørt vikuskifti er hon hjá mammu síni, sum er sera løgin. Maja er rættiliga ósjónlig í skúlanum, undantikið fyri hennara besta vinmanni, Enzo. Hon er so at siga bara ein púra vanlig genta til ein dagin, tá hon kemur til at skera uttasta pettið av tumlinum av, tá hon er í ferð við at gera eina hill til mammu sína.

Hon fer heim til mammuna dagin eftir, sum hon er von at gera, men mamman er ikki inni. Maja er stúrin um mammu sína. Hon hevur ikki sagt frá, at Maja ikki kundi koma, hvat kann vera hent henni?

Maja møtir 19 ára gamla Justin, sum fær hana at gloyma allar sínar trupulleikar eina løtu, men tíverri er tað ikki nokk til at fáa teir at hvørva.

Bókin er góð, kanska betri til ein eitt sindur eldri aldursbólk enn meg. Hon viðger ymisk evni, so sum: vinalag, viðurskifti ímillum børn og vaksin, sálarsjúku, kærleika og ymiskt annað.