Hetta dámar mær at lesa ...
Jóhanna Súnadóttir Pedersen
Aldur: 12 ár
Býr: Hoyvík
Skúli: Frískúlin í Havn
Ítriv: Frælsur ítróttur, kór og gittar
Yndislitir: Reytt, gult og ljósablátt
Yndisfilmur: Bruce Almighty
Yndisísur: Sjokuláta ella vanilju
Kelidýr: Eina kettu, sum eitur Flekka
Yndibókaslag: Spenningsbøkur, syrgiligar bøkur og bøkur um kærleika
Hvørja bók lesur tú beint nú?
– Eg eri júst liðug við Alex Dogboy.
Hvat slag av bókum lesur tú mest?
– Míni yndis bókasløg, spenningur, kærleiki og syrgiligt.
Hvussu ofta lesur tú?
– Nakrar ferðir um vikuna. Eg havi ikki nakað fast stað, har eg lesi. Eg lesi nógvstaðni í kamarinum, í køkinum, í skúlanum ...
Eigur tú nógvar bøkur?
– Ja, eg eigi nokkso nógvar bøkur. Og so læni eg eisini bøkur úr skúlanum.
Hvat gert tú við tínar bøkur, sum tú hevur lisið?
– Onkrar gevi eg viðari, og onkrar goymi eg.
Hvat fert tú at lesa í summar?
– Kanska ’Skýming’.
Bókaprei frá Jóhannu
• Drápsmansapan
• Alex Dogboy
• At liva í allar ævir
• Brúgvin
• Isabel – gøtubarn í Rio