Hostaði á síðumannin
HOST! HOST!
Her kanst tú lesa flovisligar og loyniligar søgur úr STROK 4
Hostaði á síðumannin
Eg var í bussinum og vildi so illa hosta. Eg royndi at halda mær, men kláraði tað ikki – og so hostaði eg á ein mann, sum sat frammanfyri. Hann hugdi ordiliga súrur at mær. Gott, at eg skuldi av á næsta steðgistaðnum.
hostaikkiáonnur
Stórir seyðir
Eg var hjá fastur míni, og vit flettu. Har vóru nógv fólk og seyðir, og eg skuldi røra blóðið. Seyðurin var stórur, og eg rørdi bara blóð, og eg fekk hann í høvdið. Og har var ein annar seyður, sum eisini var stórur, og eg fekk eisini hann í høvdið. So eg fekk tveir seyðir í høvdið.
bob
Tá eg skal kukka …
Eg prumpi ordiliga nógv, um eg skal kukka, og so kemur luftin bara út. Men tað er so deiligt, tá luftin sleppur út. Men so fer tað at lukta illa, tá sigi eg bara, at tað var onkur annar.
Tann, ið prumpar nógv
Muss, muss!
Eg var á veg heim úr skúla og skuldi yvir um vegin, tá ið ein bilur kom. Hann, sum koyrdi bilin, steðgaði fyri mær og vísti, at eg kundi ganga. Tá eg skuldi vinka við hondini fyri at siga takk, kom eg í staðin til at sleingja honum ein muss! Maðurin í bilinum hugdi løgið at mær, og tað vóru ordiliga nógv, sum sóu tað!
Hon, sum ikki vinkar meira
Proppur í vesinum
Einaferð var eg hjá einum vinmanni. Eg vildi so illa kukka og fór á vesið. Seinni, tá ið eg skuldi fara heim, hoyrdi eg systur vinmannin rópa:
- Babba, vesið er tipt!
Eingin hevði verið á vesinum aftan á meg, so tað var eg, sum gjørdi tað. So flovisligt!
STROK er kul