Greinir

Kunnu vanlig fólk vera hetjur?

Her er nakað av tí, sum vaksnir føroyingar halda eyðkennir gerandishetjur. Mynd: Tóra Petersen, NÁM

 

Nógv halda kanska, at ein hetja er fødd við heilt serligum evnum ella hevur havt eitt serliga gott lív og umstøður, sum gera tað møguligt at vera hetja, men tað er ikki so. Vit kunnu øll vera hetjur

STROK hevur spurt Tóru Petersen, sálarfrøðing, sum í sínum starvi á Námi hevur kannað hetjur og hetjuskap, um vit øll kjunnu vera hetjur:

Hvat er ein hetja?

– Ein hetja er ein, ið fremur eina hetjugerð av fríum vilja, tí hon vil hjálpa øðrum; ikki tí hon sjálv vil vinna nakað ella fáa ein fyrimun av tí. Ein hetjugerð kann bæði vera, at hetjan ger nakað aktivt, sum til dømis at bjarga onkrum í neyð, men kann eisini vera meira passiv, sum til dømis at ikki vilja vera við í einum bólki, sum happar.

Hava hetjur altíð verið til?

Tóru Petersen, sálarfrøðing, hevur kannað hetjur og hetjuskap. Mynd: Tóra Petersen, NÁM

– Ja, so leingi menniskjan hevur verið til, hava hetjur verið til. Og tær fara ivaleyst altíð at vera til, tí okkum tørvar hetjur.

Hví tørvar okkum hetjur?

– Menniskjum dámar væl hetjur og hetjugerðir og hevur altíð gjørt tað. Vit verða hugtikin og drigin at søgum um hetjur og teirra djørvu og góðu gerðir. Hetjur kunnu verja okkum móti kúgan, harðskapi og sjúku, eins og tær kunnu slóða fyri, hvussu vit skapa og bera fram tað góða, soleiðis at samfelagið gerst betri, tryggari og rætt­ vísari. Søgur um hetjur, sum til dømis Harry Potter, Malala og Greta Thunberg, minna okkum á, at vit øll kunnu gera mun og gera heimin til eitt enn betri stað. Hetjur minna okkum eisini á, at vit kunnu standa ímóti freistingum, sum eitt nú at spilla onkran út fyri sjálv at sleppa inn í ein bólk. At vit kunnu berjast ímóti tí ónda bæði innan í okkum sjálvum og ímillum okkum. Í hetjum kunnu vit síggja fyrimyndir, sum geva okkum vón og dirvi.

Skal ein hetja vera sterk?

– At hava dirvi til at seta nýggj ting í verk er eisini týdningarmikið hetju­ eyðkenni. So ja, ein hetja er sterk, tí hon ger nakað uttan at fáa nakað afturfyri, og tað eru nógvir mátar, vit menniskju kunnu vera sterk uppá.

Hava vit nakra hetju í Føroyum?

– Vit hava nógvar hetjur í Føroyum, bæði nú og fyrr. Menniskju, sum vit hoyra um í søgum, sangum og kvæðum, sum hava gjørt brøgd og hava bjargað øðrum. Vit hava eisini hetjur, sum vit ikki hoyra so nógv um, sum til dømis virka fyri rættvísi ella fyri, at onnur skulu fáa tað betri – bæði í Føroyum og úti í heimi.

Hvussu er man ein hetja?

– Vit kunnu vera hetjur á ymiskan hátt, og vit kunnu saktans vera hetjur fyri okkara vinir, foreldur, systkin og okkum sjálvi. Vit kunnu til dømis vera hetjur við at siga frá, tá vit síggja, at okkara vinir, systkin ella vit sjálvi verða órættvíst viðfarin, og ikki bara lata standa til; hóast vit kanska eru bangin fyri, at onnur fara at happa okkum ella ikki vilja vera saman við okkum afturfyri. Tá kann tað ofta vera gott at tosa við onnur, sum kunnu hjálpa. Nógv siga, at tað øvuta av eini hetju er ikki eitt bøl­ menni, men ein, sum letur standa til. Tá vit eru børn og ung, eru tað tó fyrst og fremst foreldrini, sum skulu vera hetjur mótvegis okkum og ikki øvut.

Hetta hildu 500 vaksnir føroyingar í 2019 vera eina hetju. Mynd: Tóra Petersen, NÁM

– Sum vit síggja á myndini, halda 500 vaksnir føroyingar, at hetjur millum annað eru hjálpsamar, blíðar, umhugsnar, rættvísar, hjartaligar, erligar og altruistiskar (ósjálv­søknar). Hetta eru alt styrkir, sum eru góðar, og sum skapa ein góðan heim, sigur Tóra Petersen, sálarfrøðingur


Hvat merkir tað at vera ein hetja? Hoyr hvat Jógvan, Bjørg og Dávid siga um tað. Les meira her


Grein í STROK 3 | 2022

Tekstur: Helena Lamhauge-Mortensen