Greinir

Púra fangaður av spælinum

Inni í sangstovuni í Finsen í Havn standa talv á borðum í umleið trimum røðum. Havnar Telvingarfelag heldur til inni her, og týsdagar er venjing hjá teimum, sum ganga í 1.­9. flokki. Venjarin er fimtan ára gamli Luitjen Akselsson Apol, sum í summar vann bronsu í norðurlanda­ meistarakappingini. STROK hevur hitt unga stjørnuskotið til eitt prát

Einki at siga, hvussu gamal tú ert

Luitjen fór at telva, tá ið hann var sjey ár. Abbi Luitjen, sum eisini eitur Luitjen Apol, var føroyameistari í talvi tríggjar ferðir. Mamma Luitjen hevur tí roynt at lært hann at telva, áðrenn hann fór í skúla. Luitjen minnist, at hann ikki tímdi so væl at telva tá. Í 1. flokki gekk Luitjen í frítíðarskúla, og tað var her, at hansara áhugi fyri talvi av álvara byrjaði aftur.

– Tveir vinmenn hjá mær telvaðu ofta í frítíðarskúlanum, og eg sat og hugdi og var púra fangaður av spælinum, sigur Luitjen.

Aftan á hetta fór hann at ganga til talv og hevur gjørt tað síðani. Sum átta ára gamal telvaði hann móti vaksnum telvarum.

– Í talvi hevur tað einki at siga, hvussu gamal tú ert, ella hvussu stórur ella lítil tú ert.

Luitjen hevur eisini telvað nógv móti abba sínum. Onkuntíð fór hann hvørja viku til abban, og so telvaðu teir eini átta talv: ­ Tað er gott at telva móti sterkum telvarum, sigur Luitjen.

Luitjen Akselsson Apol

Aldur: 15 ár

Systkin: Tveir lítlubeiggjar

Bústaður: Hoyvík

Skúli og flokkur: Hoyvíkar skúli, 9. fl.

Venjing, tol og konsentratión

– Fyri at gerast ein góður telvari skal man venja nógv og duga at vera róligur og konsentrera seg, leggur Luitjen dent á. – Hóast tað kanska ljóðar keðiligt at skula venja og venja og venja, eru tað nógvar stuttligar venjingar í talvi sum til dømis uppgávur av ymsum slag og online talv. Tá ið tú spælir á netinum, kanst tú velja at telva skjóttalv, og tá skalt tú vera kvikur.

Sambært Luitjen er tað eisini gott at íðka ítrótt við síðuna av talvi fyri at gerast ein góður telvari, tí so fært tú betur konsentrerað teg, tá ið tú telvar: ­ Tí sært tú, at heimsmeistarar í talvi ofta eru sterkir og væl fyri kropsliga, sigur Luitjen, sum sjálvur hevur gingið til fótbólt í nógv ár.

Lesur uppá í bókum og á netinum

Fyri at gerast ein sterkur telvari, kanst tú eisini kunna teg um spælið umvegis bøkur. Luitjen greiðir soleiðis frá: – Tað eru rættiliga nógvar ymiskar bøkur til, sum snúgva seg um talv. Eitt føroyskt dømi er bókin um stórmeistaran og besta telvaran í Føroyum, Helga Dam Ziska. Men hendan bókin er í størstan mun um Helga og ikki so nógv hansara taktikk í talvi. Aðrar bøkur finnast eisini, sum í størri mun læra teg ymsar byrjanir, endar og miðtalv. Nógv av hesum finnur tú hinvegin eisini á netinum í dag.

Kappingarnar

Í Føroyum byrja talvkappingarnar í oktober og eru nærum hvørt vikuskifti. Talan er um ymsar kappingar og fýra ymsar deildir. Luitjen spælir við 1. deild, sum er tann besta deildin. Sum nevnt hevur aldur ikki nógv at siga í talvi, og Luitjen fortelur, at ein tólv ára gamal drongur gjørdist stórmeistari herfyri.

Hvat er eitt styrkital?

Í talvi verða spælararnir virðismettir í mun til sítt avrik móti øðrum spælarum. Støðið hjá hvørjum spælara verður skrivað inn í eina altjóða talvskipan, og hetta er styrkitalið – sum eisini verður kallað rating á enskum

Klokkan gongur, og eingin sleppur at tosa ...

Á hvørjum borði inni í hølunum hjá Telvingarfelagnum stendur ein klokka við síðuna av talvinum. Hendan sigur, hvussu langa tíð hvør telvari hevur eftir at telva.

– Tú trýstir á klokkuna, tá tú hevur flutt, og tá byrjar tíðin hjá hinum spælaranum, fortelur Luitjen og leggur afturat, at man ikki tosar í einum dysti. Í norðurlandameistarakappingini er tað enntá bannað at tosa, men man hevur altíð loyvi at bjóða javnleik.

Bronsuvinnari

Luitjen hevur verið til nógvar kappingar, og í heyst, tá ið norðurlandameistara­ kappingin var á skrá í Føroyum, vann hann bronsu og eina medalju sum ein­ asti føroyingur í ár.

– Tað eru ikki so nógv, sum telva í mínum aldri, so eg eri altíð sloppin víðari at telva móti útlendskum spæl­ arum. Tað er altíð stuttligt at telva móti onkrum øðrum telvarum enn teimum føroysku, sum man kanska kennir nakað væl.

Hvat er ein stórmeistari?

Fyri at gerast stórmeistari skalt tú millum annað hava eitt sera høgt styrkital, og í heiminum eru einans umleið 1500 stórmeistarar. Tað er sostatt ein heiður at fáa hetta heitið

Blíva betri, hækka styrkitalið – og kanska gerast stórmeistari einaferð

Um Luitjen hugsar um framtíðina, er hansara ynski fyrst og fremst at gerast betri og hækka sítt styrkital. Um hann skal hugsa uppaftur størri, hevði hann hildið tað verið rættiliga kul at telvað móti núverandi heimsmeistaranum, Magnus Carlsen úr Noregi, og at blivið stórmeistari um nøkur ár.


Grein í STROK 6 | 2021

Tekstur: Helena Lamhauge-Mortensen

Myndir: Ólavur Frederiksen