Greinir

Rimarúmið

 

Ranja Eir Gudmarssdóttir, 13 ár, ummælir

Tóra er ein vanlig genta við einum ógvuliga hørðum, men vanligum lívi. Hon hevur búð á stovni alt sítt lív. So ein dagin blívur hon send í ein skúla. Tað vísir seg skjótt, at hesin skúlin ikki er ein vanligur skúli. Tað ýður í gandi allastaðni, og knappliga gongur Tóra og spyr seg sjálva, um gandaverur so sum álvar, trøll og ikki minst huldufólk finnast í veruleik­ anum. Hon hevur bara hoyrt um sovorðnar verur í ævin­ týrum, men hóast tað, so eru fólkini, sum ganga á skúlanum, alt annað enn vanlig.

Bókin er ein spennandi fantasibók. Hon hevur nógvan gand og løgnar verur í. Hon handlar nógv um samanhald og at læra seg sjálvan at kenna. Man kann lesa um, hvussu ringt tað er at arbeiða við øðrum, tá man ikki dugir at ar­ beiða fyri seg sjálvan fyrst.

Rimarúmið er fyrsta bókin, sum Elin Michelsen nakrantíð hevur skrivað. Tað merkir man als ikki á henni. Hon er væl skrivað, og eg hevði næstan ikki hug at leggja hana frá mær, fyrr enn eg hevði lisið hana lidna.

Eg haldi, at bókin er rættiliga góð. Hon er væl skrivað og spennandi næstan allan vegin ígjøgnum. Har vóru summi støð, har tað var eitt sindur torført at skilja tað, sum hendi, men fyri tað mesta gekk tað sum einki.