Stjørnan hevur dummað seg — Strok

Greinir

Stjørnan hevur dummað seg

logan-paul.jpg

Ein av Størstu YouTube-stjørnunum, Logan Paul, hevur fingið stórar trupulleikar. Nýggjársaftan legði hann út eitt video, har ein deyður maður sæst á upptøkunum. Nú verður han straffaður av You­Tube.

Amerikanarin Logan Paul hevur næstan 16 milliónir fylgjarar á YouTube. Hann leggur mest út video, har hann hermir og ger sjúkt triks. Hann hevur eisini havt leiklutir í fleiri stórum sjónvarpsrøðum.

Nýggársvikuskiftið vóru hann og fleiri vinir í Japan. Í einum skógi funnu tey ein deyðan mann. Logan filmaði líkið, meðan vinaflokkurin skemtaði sær. Tá ið videobrotið varð lagt út, vóru tað fleiri, sum gjørtu vart við sína misnøgd. Men hóast tað lá videbrotoið út eina tíð og fekk fleiri enn 500.000 likes.

Nú verður Logan straffaður av You­Tube. Hann sleppur ikki longur at fáa tær best betaldu lýsingaavtalurnar. Og fleiri samstørv eru steðgaði. Men kanalin hjá honum er framvegis har. Stjørnan hevur biðið orsaka, men hóast tað eru nógv fólk kritisk. Tey halda, at hann bara legði videobrotið út fyri at fáa nógvar vísingar, og tað er spektleyst.