Greinir

STROK 1 er komið❤️

strok1_18.png

So byrjaði eitt nýtt STROK-ár:) Tað hevur verið so stuttligt við at gera hetta fyrsta blaðið, men eisini álvarsligt! 

Kunnu stingir í búkinum vera krabbamein? Og hví havi eg ilt í nakkanum? Tveir STROK-lesarar siga frá síni ræðslu fyri at fáa eina ringa sjúku.

Eisini hava vit tosa við 12 ára gamla Kristian Viberg Olsen, sum er meistari í hundasletukoyring. Kristian eigur sjálvur tveir sletuhundar.

Og veitst tú, hvør gjørdist Miss Føroyar 2017? Vit hava spurt hana, hvussu tað er at vinna ein slíkan heiður og hvat tað inniber.

Alt hetta og nógv annað í nýggja STROK-blaðnum, til dømis uppskrift til leskiligar bananmuffur við sjokulátubitum, greinir, ummælir, KrimiNella, krossorð, gaman, flóvisligt, test o.s.fr.

Mynd: Rakel Anthoniussen