Tá eg varð rænd aðru viku í juni
Ingrid í Stórustovu, 13 ár, ummælir
Eg havi lisið bókina, “Tá eg varð rænd aðru viku í juni”, sum er ein barna/ung dómsskaldsøga eftir Siri Kolu, ið júst er týdd til føroyskt.
Bókin snýr seg um 10 ára gomlu gentuna Vígdis, sum enn eina ferð skal halda summarfrí hjá ommu síni, og tað tímir hon sera illa.
Men hesa ferð hendir nakað heilt annað. Í bilinum ávegis til ommu sína, koyrir ein ránsmannabilur skjótt framvið og forðar teimum í at koyra víðari. Ránsmenninir leypa út og ræna bilin hjá Vígdis og familju hennara. Teir taka alt møguligt, sum t.d taskur, pungar, sólbrillur og nógv annað. Alt ránið gongur so skjótt fyri seg, og teir kvika sær so nógv, at teir av óvart og uttan at leggja merki til tað eisini ræna Vígdis.
Vígdis fær ikki rýmt heim aftur til familju sína, og brádliga er hon vorðin partur av einum ránsmannaliði. Bókin snýr seg so um, at Vígdis livir saman við ránsfólkunum restina av summarfrítíðini, og har upplivir Vígdis mangt og hvat. Somuleiðis lærir hon eisini nógv av teimum, og tey læra nógv av henni. Talan verður um eitt heilt nýtt, øðrvísi og spennandi summar samanborið við tað, sum Vígdis hevði ímyndað sær. Og møguliga verður hetta tann stuttligasta summarfrítíðin nakrantíð hjá Vígdis?
Bókin er 209 síður, og tað er ikki alla tíðina, at tú sum lesari verður undirhildin. Bókin er onkuntíð stuttlig og undirhaldandi, men onkuntíð eisini eitt sindur langdrigin. Samskiftið gongur skjótt fyri seg millum persónarnar í bókini, so bókin er ikki so ein føld at lesa, kanska serliga fyri yngri lesarar, ið helst mugu fáa onkran vaksnan at lesa hart fyri sær. Bókin er til umleið 912 ára gomul.