Yngva hevur gjørt eina app
Appin “The Arctic Explorer” er eitt spæl á Google Play Store. Tað er 14 ára gamla Yngva Sigurdsdóttir Lamhauge, sum eigur hugskotið til appina, og alt byrjaði við eini kapping í skúlanum …
- Hevði eg ikki sagt ja og tikið av nýggjum avbjóðingum, var eingin app komin út. Eg hevði heldur ikki lært so nógv, sum eg havi, ella ment meg sum íverkseta, sigur Yngva, tá ið STROK biður hana greiða frá um appina hjá sær.
Men fyrst mugu vit bakka eitt sindur í tíð fyri at finna út av, hvussu alt byrjaði.
Appin “The Arctic Explorer”
Her lærir tú alt møguligt spennandi um seks ymisk støð í Arktis, og sjálvandi er Føroyar eitt av teimum. Men øll byrja í Svalbard, og tú mást bæði svara og seta spurningar fyri at savna 12 “coins” og soleiðis koma víðari til næsta stað. Appin er fyri øll, børn, ung og vaksin. Einasta treyt er, at tú mást duga at lesa og skriva enskt.
Føroyar liggja á gáttini til Arktis. Men hvar finna vit vitan um henda kalda partin av jørðini og tær broytingar, sum fara at merkja okkara framtíð? Gerst veðrið heitari ella meira illfýsið? Fer ísurin at bráðna? Eru ísbjarnir hóttar?
Endamálið við EduArctic-verkætlanini er at koma við vitan til slíkar spurningar og soleiðis kveikja áhugan hjá børnum og ungum fyri STEM-útbúgvingum. STEM stendur fyri Science, Technology, Engineering and Mathematics – náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði á føroyskum.
Ein partur av verkætlanini var ein kapping, har næmingar saman við lærara sínum sum lið hava kappast við at gera verkætlanir, sum viðgera vísindalig evni í Arktis.
- Tað var lærarin hjá mær Niklas Joensen, sum vísti mær á kappingina. Náttúruvísindi er kanska ikki rættliga eg, ella tað plagdi tað í hvussu er ikki at vera, áðrenn eg fór undir mína verkætlan. Nú er øðrvísi, tað er sum ein nýggjur heimur hevur latið seg upp, serliga aftan á rannsóknarferðirnar her í Føroyum saman við vinnandi liðunum í ár.
Tí tey vinnandi liðini vunnu nevnliga eina rannsóknarferð til arktiska økið. Í ár gekk leiðin til Føroyar og Norðurnoregs, og í juni vóru tvey lið við næmingum og lærarum í Føroyum. Tey vitjaðu millum annað í Svínoy, kannaðu heita vatnið í Kollafirði, og kannaðu vatn á Tindhólmi og trupulleikar av vatni við Bøsdalafoss. Og Yngva var við sum umboð fyri Føroyar.
Í ár var triðja og seinasta ferð, at EduArctic-kappingin var, og samstundis er verkætlanin eisini av. Ætlanin er tó at føra stóra arbeiðið og nógvu vitanina víðari. Eitt nú skal heimasíðan framvegis vera virkin. Har finnur tú nógva vitan um arktiska økið, millum annað í eini polarpedia, sum heilt víst er verd at vitja.
Yngva Sigurdsdóttir Lamhauge
Aldur: 14 ár
Býr: Tórshavn
Familja: mammu, pápa og fýra stórasystrar
Kelidýr: Eina kettu, sum eitur Rosina
Ítriv: Eg gangi til skótar og spæli saxofon, eg spæli eisini við í tveimum orkestrum
- Eg var við í kappingini í 2018 og 2019. Fyrru ferðina fekk eg hugskotið at gera eina app. Eg hugsaði, at um eg geri eina app sum eina spurnakapping um Arktis, so kann eg spjaða vitan og samstundis gera tað stuttligt hjá øllum at læra norðurpóløkið.
Og hugskotið hjá Yngvu var so mikið gott, at hon var vald at fara víðari við hugskoti sínum millum fleiri hundrað onnur. Tey 50, sum sluppu víðari, skuldu síðan menna hugskot sítt víðari við at brúka Curiosity-metoduna. Og út av teimum 50, komu 12 víðari til finaluna. Ein teirra var Yngva.
- Tað var rættiliga spennandi. Í finaluni skuldi eg tosa við fleiri granskarar í senn umvegis netið og greiða teimum frá um hugskotið hjá mær og hvørji úrslit, eg var komin fram til.
Yngva vann ikki kappingina, men bara tað at vera millum 12 tey bestu hevði nógv gott við sær.
Í september í fjør hevði Yngva eina framløgu á Tjóðsavninum í sambandi við eitt alment kunningartiltak um EduArctic. Eftir framløguna kom ein granskari til hana og spurdi, um hon hevði hug at koma og leggja fram á eini ráðstevnu í París. Tað hevði Yngva sjálvandi, og í mai vóru hon og lærarin hjá henni, Niklas, á ráðstevnu í París á jøvnum føti við aðrar granskarar.
- Ein av samskiparunum í kappingini kontaktaði eisini meg um appina. Hon segði, at teimum dámdi væl hugskotið hjá mær og vildu gjarna geva appina út.
Curiosity-method (Vitanarfróði á føroyskum)
Hvat ert tú forvitin eftir at vita?
Hvar/hvussu finnur tú svarið?
Ger eina granskingarætlan
Savna vitan
Hetta fann eg
Legg tíni úrslit fram
Yngva játtaði og gav EduArctic øll rættindi til at menna og geva appina út.
- Appina eitur “The Arctic Explorer” og er ókeypis at taka niður. Enn er hon bara gjørd til androidtelefonir, men eg vóni, at hon eisini fer at koma til ios.
Yngva fekk góða hjálp til verkætlanina frá lærara sínum og eisini heimanífrá.
- Uttan tey hevði eg ikki klárað meg so væl. Tú hevur brúk fyri øðrum at sparra við, at tosa um tingini og venda spurningum og til at finna uppá.
Seinna verkætlanin hjá Yngvu var at gera eina heimasíðu, har fólk kunnu deila vitan og matuppskriftir uttan kjøt og soleiðis vera við til at basa keðiligu veðurlagsbroytingunum. Hesa ferð gekst ikki eins væl og í fyrru kappingini. Yngva heldur, at tað var tí, at hon ikki hevði so góða tíð til uppgávuna. Men hóast tað, kundi hon kanska hugsað sær at farið víðari við hesum hugskotinum eisini. Tí, sum hon sigur: - Nú veit eg, at alt ber til, bara tú sigur ja og tekur av nýggjum møguleikum.