Sokrates
Hvør eri eg? Hvat er rætt og skeivt? Hví skal eg eta døgurða, áðrenn eg fái ís? Hví ganga vit á fótunum og ikki á hondunum? Hví eru jól ikki hvønn dag? Og hvaðani kemur heimurin?
Summi fólk brúka meginpartin av lívinum upp á at svara slíkum spurningum. Hesi fólk verða nevnd heimspekingar. Ein av teimum fyrstu heimspekingunum æt Sokrates.
„Eg veit bara eitt, og tað er, at eg onki veit“
Sokrates livdi í Athen í Grikkalandi í árunum 470-399 f. Kr. Enn í dag, fleiri enn 2400 ár aftan á, at hann livdi, er hann ein av kendastu heimspekingunum, sum hevur livað. Sokrates er kendur fyri at siga, at hann bara visti eitt, og tað var, at hann onki visti! Og tað er meira enn, hvat nógv onnur vita, sum ganga og lata sum um, at tey vita meira enn tey gera. Har er so óendaliga nógv, vit ikki vita. Og tí helt Sokrates, at vísdómurin byrjar, tá vit viðurkenna, hvussu lítið vit vita tástani kunnu vit veruliga byrja at læra.
Spyrjarin Sokrates
Sokrates plagdi at ganga og mala á býartorgum og spyrja fólk spurningar sum: Hvussu kunnu vit liva eitt eydnuríkt lív? Hvat er vinalag? Hvat er dirvi? Onkur kundi sagt, at hann spurdi býtt, tí ofta læt hann sum um, at hann var meira óvitandi, enn hann í roynd og veru var. Nógv hildu tað vera irriterandi. Men hann gjørdi tað fyri at fáa tey, hann tosaði við, at siga sína meining og at hugsa seg um sjálvi. Mamma Sokrates var ljósmóðir, og Sokrates segði, at eins og ljósmøður hjálptu kvinnum at eiga børn, hjálpti hann fólkum at føða tankar. Sokrates helt, at verulig vitan kom innanífrá - fyri veruliga at fáa innlit, nyttaði ikki at bara hoyra um tað frá øðrum. Vitanin mátti koma við at hugsa seg fram til hana.
Góða lívið sambært Sokrates
Tað sigst, at Sokrates var ljótur á at líta. Men tað legði hann onki petti í. Tað týdningarmikla í lívinum, helt hann, var at hava eitt vakurt sinni. Av tí sama legði hann onki í sína útsjónd, pengar, ella hvat hann átti.
Hann átti ikki eingong skógvar, men gekk runt berføttur. Pengar, útsjónd og arbeiði kann alt hvørva. Vegurin til varandi eydnusemi er vísdómur og at kenna seg sjálvan, helt Sokrates.
Dømdur til deyða
Teir nógvu spurningarnir hjá Sokrates fingu hann tó eisini í óføri, og hann bleiv dømdur til deyða. Ein vinmaður hjá Sokrates gav fongsulsvaktunum pening, so at teir skuldu loyva Sokratesi at rýma. Men sjálvt um Sokrates helt, at hann ikki hevði gjørt nakað galið, vildi hann ikki rýma. Hann helt, at tað var betur at líða undir órættvísi enn at gera órætt. Hann drakk eitur og doyði. Men tankar hansara hava livað víðari í áratúsund.
Øll kunnu hugsa heimspekiliga
Tað eru ikki bara heimspekingar, sum kunnu hugsa heimspekiliga. Tað kunnu øll. Og serliga børn. Tað einasta, ið krevst, eru evnini at undrast So hvat heldur tú? Hvat heldur tú til dømis er eitt gott lív? Heldur tú, at tað er betri at líða undir órættvísi enn at gera órætt? Heldur tú, at tað er týdningarmikið at eiga pengar?
Skriva greinina hevur: Bergtóra Patursson