Á breddanum

Alt um nýggja koronavirusið

fusion-medical-animation-EAgGqOiDDMg-unsplash.jpg

Nýggja koronavirusið hevur steðgað heiminum eina løtu. Í grundini er tað ikki so vandamikið at verða smittaður. Men hóast tað, er virusið orsøk til kaos. STROK greiðir frá


Hvat er eitt virus í grundini?

Eitt virus er nakað heilt annað enn ein bakteria, sum jú eru evarska lítlar, livandi verur. Virus eru uppaftur minni enn ein bakteria og eru bara samansett av einum sindri av proteini og nukleinsýru, sum DNA. Virus er heilt einfalt ein genetisk koda, sum liggur og bíðar. Men endar virus í eini hóskandi vertskyknu í einum livandi skapningi, vaknar tað til lívs og veksur. Tað eru minst 600 virus, sum øll kunnu smitta menniskju. Tey gera stóran skaða á hvørjum ári.

Hvat er tað nýggja koronavirusið?

Tey flestu virusini eru “serlig” og smitta ikki millum ymiskar livihættir. Hetta merkir, at vanliga smitta virus ikki millum menniskju og dýr og plantur. Men tað eru virus, sum kunnu smitta frá dýrum til menniskju. Hesi roknast at vera eyka vandamikil, tí tey kunnu broytast skjótt og snildisliga.

Ofta eru tað dýr, sum bera koronasmittuna. Men fleiri koronavirus kunnu smitta fólk. Nýggja virusið, sum bleiv uppdagað í Kina í fjør, eitur SARS-CoV-2, men kallast ofta bara fyri “tað nýggja koronavirusið”. Sjúkan, sum tað elvur til, eitur covid-19 og gevur ringan lungabruna hjá teimum harðast raktu. Virusið spjaðist helst frá flogmús og roðsludýri til okkum menniskju. Nú er covid-19 ein pandemi, sum allur heimurin berjist ímóti.

Hvat er ein pandemi?

Tað er, tá ið ein sjúka spjaðist um allan heimin. Pandemi merkir IKKI, at sjúkan er eyka vandamikil, bara at hon er allastaðni.

Hvussu smittar (nýggja) koronavirusið?

Koronavirusið smittar frá fólki til fólk við smáum dropum av spýtti ella snori. Einfaldar gerðir sum at hosta í ermuna, at lata vera við at taka lógvatak og ikki at nerta við andlitið, kann tarna smittuni.

Er (nýggja) koronavirusið vandamikið?

Nógv tey flestu verða ikki illa sjúk av koronavirusinum. Tað minnir eitt sindur um beinkrím, og tú verður frískur av tær sjálvum. Men tað er vandamikið fyri eldri fólk og fólk við t.d. hjartasjúku, lungasjúku, høgum blóðtrýsti og krabbameini at fáa korona. Vit siga, at hesi fólk hoyra til vandabólkin.

Higartil eru fleiri enn 300.000 fólk deyð av covid-19, og talið veksur hvønn dag.

Er nøkur koppseting?

Nei, men hon fer at koma. Nógvir granskarar arbeiða við at finna eina koppseting, og við eitt sindur av hepni kann tað eydnast teimum innan árið er farið.

Hvat merkir tað, at lond hava ymiska korona-strategi?

Framferðarhátturin hjá heimsins londum hevur verið rættiliga ymiskur. Nógv lond hava kannað nógv fólk. Nógv hava stongt skúlar og handlar. Summi hava bannað fólki at fara út yvirhøvur. Endamálið hjá øllum londunum er, at so fá fólk sum gjørligt skulu doyggja, og so nógv sum gjørligt skulu hava tað gott. Strategiin í Føroyum hevur verið at royna at basa sjúkuni við at halda frástøðu. Skúlar, arbeiðspláss, stórir handlar o.a. varð stongt, og øll skuldu halda seg heima sum mest. Í Føroyum hava bara 187 fólk verið sjúk, og eingin er deyður, so strategiin má sigast at hava riggað, og vit hava bast sjúkuni – sum kanska einasta land í heiminum higartil. Hetta er sjálvandi gott, men vit eru framvegis sárbær fyri smittu uttanífrá, tí einki koppingarevni er enn.

Aðrastaðni hava tey ikki lukkað so nógv niður sum í Føroyum, og har eru nógv fólk smittað og eisini deyð. Men har hevur búskapurin kanska ikki verið so hart raktur, sum her hjá okkum.

Nógv hava meiningar um, hvør strategi er tann rætta. Men veruleikin er, at eingin veit. Og at samanbera sjúku- og deyðstøl ber illa til, tí tað er ymiskt, hvussu lond gera síni tøl upp.

Hvat kann man gera fyri at hjálpa?

Øll skulu gera sítt fyri at basa smittuni. Tú skalt vera heima, um tú kennir teg bara eitt sindur sjúkan við krími. Tú skalt halda teg frá fólki í vandabólkinum, tí tað er ringt at vita, um tú hevur virusið í tær ella ikki. Tú skalt vaska tær um hendurnar ofta og væl. Og so skalt tú ikki vera saman við nógvum ymiskum fólkum.

Skulu børn vera stúrin?

Nei, í grundini ikki. Tey flestu, sum fáa virusið, verða frísk av sær sjálvum.

Og um øll gera sum higartil fyri at royna at basa sjúkuni, so verður sjúkrahúsverkið ikki ovbyrjað, og øll, ið hava brúk fyri tí, fáa hjálp.

Fara skúlarnir at steingja aftur?

Nógv lond stongdu allar skúlar, tá ið korona fór at gera um seg – eisini Føroyar – og øll undirvísing fór fram á netinum. Men fleiri lond eru nú farin at lata skúlarnar upp aftur – eisini Føroyar.

Um smittan fer at gera um seg aftur her hjá okkum, kann tað væl vera, at skúlarnir steingja aftur. Men skjótt er summarferia, so tá steingja skúlarnir kortini.

At steingja skúlar – og aðrar stovnar – er ein máti at forða smittuspjaðingini, so at sjúkrahúsverkið klárar at fylgja við.

Nær verður alt aftur sum vanligt?

Eingin veit við vissu. Hetta er eitt nýtt virus, og tí vita sjálvt ikki granskararnir, nær tað verður.

Ger óvissan teg ótryggan? Hygg so her:

Hvat hendir við búskapinum?

Koronapandemiin er farin illa við heimsins búskapi. Nógv fólk, serliga í USA, hava mist arbeiðið. Partabrævakursurin er lækkaður, og nógv hava mist nógvar pengar. Í Føroyum hevur landið gjørt sokallaðar hjálparpakkar til vinnurekandi, so fyritøkur skulu sleppa undan at fara á heysin og siga fólki úr starvi. Hetta kann fara at kosta samfelagnum nógv og gera, at skatturin fer upp.

Hvar fái eg meira at vita?

Barnabati hevur nógva kunning á síni heimasíðu, sum er ætlað børnum og ungum.

Hevur tú brúk fyri einum at tosa við?

Á Tú og eg-ráðgevingini eru serkøn fólk, sum svara bæði á netinum og á telefonini (mánadag-fríggjadag 9-16 og hvørt kvøld 20-22), og tú kanst vera anonymur. Nummarið er 116 111.

Beinta Johannessen