Á breddanum

KORONATÍÐARLINJA: Hvat hendi nær?

concept-of-covid-19-in-red-background-4031867.jpg

Tað er hent nógv, síðan vit hoyrdu um koronavirus fyrstu ferð. Her er ein tíðarlinja, so tú sært, hvat hendi nær. Vit dagføra hana so hvørt.


14. mai – Nærkast einum vanligum gerandisdegi

Føroyar lata enn meira upp. Nú sleppa allir flokkar aftur í skúla. 6., 7., 8., og 10. flokkur skulu aftur í skúla sum skjótast, fjepparar sleppa aftur fótbóltsdyst og fjarstøðan er sett niður til 1 metur. Tað týdningarmesta er reinføri, at vaska sær væl um hendurnar ella spritta, siga myndugleikarnir.

Í grundini eru bara tríggjar ítøkiligar avmarkingar eftir.

Mælt verður til, at eingin festivalur ella stór tiltøk vera í mai og juni. Mælt verður til, at skeinkistøð lata aftur klokkan 22. Og fólk, sum ferðast til Føroya, skulu í sóttarhald í 14 dagar.


9. mai 2020 – Eingin sjúkur við korona í Føroyum

Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við koronasmittuni. Teir til samans 187 føroyingarnir, ið hava fingið staðfest koronasmittuna, eru nú allir staðfestir frískir.


4. mai 2020 – 4. og 5. flokkur aftur í skúla

Føroyar letur eitt sindur meira upp. Nú sleppa næmingar í 4. og 5. flokki eisini í skúla. 4. flokkur byrjar í dag og 5. flokkur um eina viku.


4. mai 2020 – Nú sleppa vit aftur til frisør

Vit hava hoyrt nógv um frisørarnar seinastu tíðina, og nú kunnu teir loksins lata upp aftur. Eisini tannlæknar, vakurleikastovur, fysioterapeutar, kirkjur, samkomur o.o. kunnu fara undir virksemið aftur. Nú kunnu í mesta lagi 50 savnast. Frástøðan upp á 2 metrar verður varðveitt.


30. apríl 2020 – Nú kanst tú aftur klemma ommu og abba

Fyri at verja tey eldru móti korona hava nógv ikki kunnað vitjað ommu og abba í langa tíð. Men nú eru góð tíðindi komin. Myndugleikarnir siga nevnliga, at nú kunnu tit aftur vera eitt sindur meira saman, og tú kanst enntá geva ommu og abba eitt klemm.

30 apríl_photo-of-woman-showing-her-cellphone-to-her-grandmother-3768140.jpg


23. apríl 2020 – 3 fólk aftrat smittað

Nú eru 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest korona. Sostatt eru tríggir tilburðir staðfestir seinastu tíðina. Í løtuni eru 178 føroyingar staðfestir frískir, og eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við korona.


20. apríl – Skúlarnir lata stigvíst upp

Frítíðarskúlar, forskúlar og 1. til 3. flokkur lata upp. Tað verður skipað undirvísing, men tað verður ikki møtiskylda. Foreldur, sum vilja og hava møguleika til tað, eru vælkomin at hava børnini heima.


20. apríl 2020 – Fótbólturin byrjar aftur

Frá í dag av kunnu feløgini, ið spæla í Betrideildini hjá monnum, Betrideildini hjá kvinnum og í 1. deild hjá monnum byrja at venja aftur við samlaðum hópum.

Landskappingin hjá teimum vaksnu byrjar 9. mai, og dystirnir verða millum annað vístir í norska sjónvarpinum, tí har er eingin fótbóltur í løtuni.

Barna- og ungdómsdeildirnar sleppa aftur at venja tann 4. mai.

Annar ítróttur byrjar eisini so smátt næstu tíðina.


14. apríl 2020 – SMS letur upp

SMS er opið aftur sum v rámerki eru á gólvinum inni í øllum húsinum, ið heita á fólk at halda frástøðu, og spritt er sett upp, so fólk kunnu hava gott handreinføri. Eingi tiltøk vera á Torginum fyribils.

14. apríl 2020 – Eingin staðfestur smittaður seinastu vikuna

Tað eru framvegis til samans 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Tað var tann 6. apríl, at seinasti persónur varð staðfestur smittaður.

11. apríl 2020 – Opera Korona

Korona og Koronus spyrja seg ikki fyri, áðrenn tey smitta. Tey trívast væl millum fólk og skitnar hendur, og um tit eru fleiri, so gongur skjótt. Hygg bara her:

9. apríl 2020 – 10. hvør føroyingur kannaður

Nú er 10. hvør føroyingur kannaður fyri koronasmittuna. Í løtuni eru 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest korona. Eingin persónur er staðfestur smittaður seinasta samdøgrið.


8. apríl 2020 – Kinesiski býurin Wuhan letur upp aftur

Fyri fyrstu ferð í langa tíð eru fólk aftur at síggja á gøtunum í Wuhan. Tað var her koronavirusið byrjaði og rættiliga nógv vórðu smittaði. Men nú gongur betur og tí sleppa tey, sum eru frísk, at fara út aftur.

8 apríl_hisu-lee-in9QlspOG6w-unsplash.jpg


24. mars 2020 – OL verður útsett til 2021

Eisini onnur stór tiltøk sum Olympisku leikirnir, Evropeiska melodi grand prixið, festivalar, Tour de France o.a. verður avlýst ella útsett komandi tíðina. Íslendski sangurin “Think About Things” við Daði og Gagnamagnið, sum skuldi vera við í EMGP 2020, var annars hildin at hava góðan kjans at vinna.

23. mars – 23 føroyingar frískir og ein innlagdur

Í morgun eru til samans 23 føroyingar staðfestir frískir eftir at hava havt korona. 118 fólk hava fingið staðfest sjúkuna, og tann fyrsti føroyingurin er nú innlagdur á sjúkrahús orsakað av koronasmittuni.


19. mars 2020 – Fyri fyrstu ferð: eingin nýggjur tilburður av korona í Wuhan

Eingin er testaður positivur seinasta samdøgrið í kinesiska býnum Wuhan. Wuhan er býurin, har smittan byrjaði. Nú gongur loksins rætta vegin hjá Kina í stríðnum móti koronavirusinum.


19. mars – Skúlarnir stongdir til eftir páskir

Vit skulu vera heima til eftir páskir. Tað segði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, á tíðindafundi í morgun. Eftir páskir sleppur 1., 2. og 3. flokkur aftur í skúla. Annars skulu vit framvegis vera heima sum mest.


Koronavirusið er ikki vorðið vandamiklari, men vit skulu ansa eftir, so tað spjaðir seg minst møguligt. Páskafrítíðin verður sum vant – altso uttan frálæru.


17. mars 2020 – 47 føroyingar eru smittaðir

Nú eru 47 føroyingar, ið hava fingið koronasmittuna. Til samans eru 703 fólk kannað seinastu vikurnar.


17. mars 2020 – UEFA útsetur EM í fótbólti í eitt ár

EM í fotbólti verður ikki í 2020. Í staðin er tað útsett til summarið 2021. Orsøkin er, sum vera man, koronavirusið í Evropa.


17. mars 2020 – Útgongubann í Frankaríki

Frá í dag kl. 12 er útgongubann í øllum Frankaríki. Útgongubann merkir, at tú skalt vera heima. Tað er bara loyvt at fara til arbeiðis, til handils og at fara til lækna. Brýtur tú bannið, fært tú bót.

Italia og Spania gera tað sama í løtuni.


15. mars 2020 – 11 føroyingar eru smittaðir

Nú eru 11 føroyingar smittaðir. Sjey av teimum 11 smittaðu eru smittað uttanlands.


14. mars 2020 – Danmark steingir markið

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, steingir danska markið, fyri at koronasmittan ikki skal spjaða seg so skjótt. Ríkisborgarar og lastbilar sleppa framvegis inn í landið.


13. mars 2020 – Ikki fara at ferðast

Føroyar fylgja tilmælunum hjá danska uttanríkisráðnum og mæla fólki frá at ferðast uttanlands. Eisini verða føroyingar, ið eru uttanlands, bidnir um at koma heim. Tilmælið er galdandi ein mánað fram. Tað ræður um ikki at taka koronavirusið við heim úr útlandinum.


13. mars 2020 – Konfirmatiónirnar útsettar til í heyst

Konfirmatiónirnar, sum skuldu vera í vár, eru fyribils útsettar til september. Tað hevur Fólkakirkjan avgjørt. Orsøkin er, at nógv fólk ikki kunnu vera saman orsakað av koronavirusinum.

13 mars_IMG_4058.jpeg

12. mars 2020 – Vaksin send heim at arbeiða

Nógv arbeiðspláss eru nú stongd. Tí fara foreldrini hjá tær kanska at arbeiða heimanífrá næstu tíðina. Men tey, sum arbeiða hjá løgregluni og á sjúkrahúsunum, skulu framvegis fara til arbeiðis.


12. mars 2020 - Fólkaskúlin letur aftur

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevur gjørt av, at allir næmingar í fólkaskúlanum skulu vera heima við hús. Fyribils skulu næmingarnir vera heima í tvær vikur frá 16. mars at rokna. Miðnámsskúlar, hægri skúlar og mentanarstovnar lata eisini aftur. Vit kunnu í mesta lagi vera 10 fólk saman.


9. mars 2020 – Alt Italia steingir

Allir italienarar verða bidnir um at halda seg heima. Fólk sleppa bara til arbeiðis og til handils at keypa mat og heilivág. Skúlar, biografar, matstovur, dansistøð, leikhús og søvn eru stongd.


8. mars 2020 – Donsk sangkapping uttan áskoðarar

Tá Danska melodi grand prixið varð hildið leygarkvøldið, var tað uttan áskoðarar. 10.000 danskarar høvdu annars keypt sær atgongumerki til stóra showið, sum fór av bakkastokki við bandaðum lógvabrestum.


4. mars 2020 – Fyrsti føroyingurin fingið korona

Nú er staðfest, at fyrsti føroyingur er smittaður við koronavirusi. Maðurin, sum hevði verið á ráðstevnu í París seint í februarmánaði, hevur tað gott og er í sóttarhaldi heima saman við familju síni.


5. mars 2020 – James Bond má bíða

Nýggi James Bond-filmurin skuldi hava frumsýning henda mánaðin, men er nú útsettur til november. Tey, sum hava gjørt filmin, óttast, at fólk fara ikki í biograf at hyggja at filminum orsakað av korona. Summastaðni í heiminum eru biografar stongdir, og nógv hava ikki hug at fara í biograf, tí tey eru bangin fyri at verða smittað.


4. mars 2020 – Allir skúlar í Italia steingja

Italia steingir allar skúlar. Tey vilja tryggja sær, at børnini ikki smitta hvørt annað.


3. mars 2020 – Mælt verður frá at ferðast til Norðuritalia, Kina og Iran

Vit fáa at vita, at vit skulu halda okkum heima, um vit hava verið í einum landi við fleiri smittaðum, eitt nú Norðuritalia, Kina og Iran. Somuleiðis verður mælt frá at ferðast til hesi somu lond.


27. februar 2020 – Fyrsti persónurin í Danmark fær korona

Ein maður í Danmark verður sjúkur. Hann hevur verið og ferðast í Italia. Hann er ikki illa sjúkur, men hann skal halda seg heima, til hann er frískur.


23. februar 2020 – Nógv eru smittað í Italia

Italia er tað landið í Evropa, har flest fólk eru smittað. Her steingja býir og eitt karneval er steðgað. Italienarar sleppa ikki longur at hittast og vera saman.

23 februar.jpg


18. februar 2020 – Nýggj frágreiðing úr Kina

Granskarar í Kina hava kannað koronavirus og gjørt eina nýggja frágreiðing. Tey siga, at 8 av 10 smittaðum hava bara fá sjúkueyðkenni. Tey eru t.d. bara forkølað ella hosta.


30. januar 2020 – Korona er vorðin ein pandemi

Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at nú er korona ein altjóða heilsukreppa. Sjúkan er nevnliga staðfest í 18 ymiskum londum.


16. januar 2020 – Korona breiðir seg til fleiri lond

Frá hesum degi av, finnur man út av, at korona eisini er komið til lond sum Japan, USA, Frankaríki, Avstralia og Suðurkorea.


13. januar 2020 – Eitt fólk smittað í Tailandi

Fyrstu ferð at smittan verður staðfest uttan fyri Kina. Persónurin kemur úr Wuhan í Kina, men var farin til Tailands.


11. januar 2020 – Fyrsta fólkið doyr av korona

Tann fyrsti persónurin doyr av korona. Hann er 61 ár og býr í Kina. Tað eru serliga eldri fólk og fólk, sum eru sjúk frammanundan, sum doyggja av virusinum. Men tað eru rættiliga fá, ið doyggja, tey flestu verða frísk av sær sjálvum.


7. januar 2020 – Læknar finna út av, at tað er koronavirus

Nú veit man, hvat bagir sjúku fólkunum í Kina. Heimsheilsustovnurin WHO hevur vakið eyga við øllum heiminum. Tey siga, at talan er um eitt nýtt slag av koronavirusi, sum kann geva hosta og fepur.


1. januar 2020 – Fiskamarknaður verður stongdur

Ein fiskamarknaður í Wuhan verður stongdur. Her selja tey livandi dýr. Fleiri av teimum sjúku arbeiða á marknaðinum. Hildið verður, at nýggja virussjúkan er smittað til fólk frá flogmús umvegis ein ókendan millumvert.


31. desember 2019 – Tey fyrstu fólkini verða sjúk í Kina

Kina kunngerð, at nøkur fólk í býnum Wuhan eru vorðin sjúk. Tey vita ikki, hvat virus talan er um.

Screenshot 2020-06-01 15.31.04.png

Keldur: corona.fo, dr.dk o.a.

Beinta Johannessen