Birna & Tóki

Birna & Tóki 1: Ein nýggjur vinur

 

BIRNA:

Kennir tú hatta har, tá mann ikki kennir onkran, og mann er eitt sindur smæðin, og alt, sum mann sigur bara ljóðar kiksað?

Tað var eitt sindur soleiðis í fyrstani, tá eg tosaði við Tóka. Men tað góða, tá mann tosar við onkran nýggjan, er, at mann kann vera akkurát tann, sum mann er, uttan at nakar sigur: „Soleiðis plagar tú ikki at vera" ella „Hatta segði tú ikki hina ferð".

Tá eg var saman við Tóka kundi eg bara tosa og flenna og tvætla út í eitt við ongum filtri, og tað var ordiliga deiligt! Men tað var bara ein trupulleiki. Planurin var jú alla tíðina, at eg skuldi vera saman við mínum bestu vinkonum, Sigrið og Mariu, á summarleguni. Vit høvdu glett okkum SO nógv. Og eg føldi væl, at tær blivu í ringum lag, tá eg fór at fylgjast við Tóka, og eg fekk ordiliga ringa samvitsku, so eg royndi at vera saman við øllum líka nógv. Eg vildi sjálvandi eisini vera saman við teimum, men tað var so nýtt og stuttligt at vera saman við Tóka. Sjálvt um vit tríggjar eru bestu vinkonur, so havi eg lagt merki til, at vit ikki altíð tíma tað sama longur. Tær tíma best at vera inni og gera okkurt kreativt, og eg tími best at vera úti, og eg ELSKI at sparka. So tá vit komu á leguna, og dysturin longu var í gongd á vøllinum … Ja, so mátti eg bara vera við!

Aftan á dystin fóru tey flestu at gera okkurt annað, men tá eg sá, at ein drongur bleiv verandi og driblaði runt á vøllinum, so bleiv eg eisini verandi. Vit blivu góðir vinir beinanvegin. Einaferð blivu Maria og Sigrið ordiliga súrar um, at eg alla tíðina var saman við Tóka, og so fór Maria at gráta! Vit máttu sita inni á vesinum og tosa í eina góða løtu aftaná. Tað vísti seg, at tær faktiskt vóru keddar, tí tær føldu, at eg valdi Tóka fram um tær. Og tað var í hvussu er ikki meiningin. Huff! Onkuntíð er tað bara eitt sindur strævið, alt hatta har við vinum.

Men alt bleiv gott aftur, og eg yvirtalaði tær til at koma og fylgjast við Tóka eisini. Og nú eru vit øll fýra vinir! Ella mest eg og Tóki sjálvandi, men allíkavæl! Men … onkuntíð, tá hann skrivar til mín, og tær spyrja, hvør tað er, so sigi eg, at tað er mamma. Eg veit, at tað er býtt at lúgva um tað, men eg vil ikki hava, at tær skulu blíva súrar, tí eg alla tíðina tosi við hann. Hann býr í Sørvági, so eg havi ikki sæð hann aftur síðani leguna, men vit hava avtalað at vitja hvønn annan skjótt, so tað gleði eg meg til. Hvør skuldi trúð tí? Eg havi fingið ein vinmann!

TÓKI:

Dagin eftir, at summarferian byrjaði, fekk babba at vita, at hann skuldi vera longur umborð á skipinum. So vit máttu droppa ferðina til Danmarkar at vitja systkinabørnini hjá okkum. Eg var ræðuliga skuffaður og súrur um tað, og eg helt seriøst, at tað fór at blíva tað keðiligasta summarið nakrantíð. Besti vinmaðurin hjá mær, Kristian, skuldi vera vekk alt summarið, og eg hevði einki at gera. Mamma tosaði í telefon alla tíðina og legði nýggjar planir fyri summarið, so eg ikki bara skuldi „sita inni og spæla FIFA" alt summarið. Hon fekk eitt pláss til mín á summarlegu og meldaði meg til - uttan at spyrja meg fyrst!!! Eg hevði slett ikki hug at fara, men hon noyddi meg.

Eg havi ongantíð verið á summarlegu fyrr, so eg var ordiliga nervøsur. Eg kendi ongan annan, sum fór! Tann fyrsta dagin var eg í mega ringum lag, og eg visti eg ikki, hvønn eg skuldi tosa við, ella hvat eg skuldi gera, so eg fór bara á vøllin. Í einum dysti var eg púra fríur og skuldi akkurát skjóta, tá ein tornado kom rennandi og tók bóltin frá mær. Eg vendi mær við og sá, at ein genta fintaði øll á mínum liði og langaði bóltin í málið. Tað var fyrstu ferð, eg sá Birnu, og restina av leguni vóru vit saman næstan alla tíðina.

Eg havi ongantíð ordiliga havt eina vinkonu fyrr, ikki síðani í barnagarðinum. Men tá eg ikki kendi nakran annan á leguni, so hugsaði eg ikki so nógv um tað, og vit høvdu tað ordiliga stuttligt. Meðan vit sótu og ótu morgunmat, spurdi ein drongur á kamarinum hjá mær, um vit gingu saman, og eg bleiv nokk so reyður í høvdinum, haldi eg. Men tá eg segði „nei", so segði hann bara „ókey", og so tosaðu vit um okkurt annað. Tíbetur!

Eg veit ikki, hví tað skal vera so flovisligt, tá gentur og dreingir eru vinir. Eg skal nokk bara venja meg við tað. Men eg havi faktiskt ikki fortalt Kristiani um Birnu enn. Hví gjørdi eg tað ikki bara beinanvegin??? Nú er tað bara løgið: „Ája, eg havi eina vinkonu, og tað havi eg havt í fleiri VIKUR nú." Eg má nokk bara siga tað, sjálvt um tað er awkward.

Birna og eg eru í øllum førum ordiliga góðir vinir nú. Hon býr í Havn, so eg havi ikki sæð hana síðan leguna, men vit skriva saman. Birna tímir minst líka væl at sparka sum eg. Segði eg, at hon hevur sjúkan teknikk? Hon hevur eisini góðan humor og er fitt við øll, so Kristian fer sikkurt at halda, at hon er kul. Hetta bleiv ikki tann summarferian, sum eg helt, at tað fór at verða, men veitst tú hvat? Hon bleiv uppaftur betri!


Les fleiri partar her!

Søga: Silja Aldudóttir
Myndir: Silja Eystberg