Birna & Tóki 2: Kom og vitja meg!
BIRNA:
Í bilinum á veg til Sørvágs hevði eg RISA stórar summarfuglar í búkinum, og tað hevði bara eitt lítið sindur við dystin at gera. Eg hevði ikki sæð Tóka síðan leguna, so eg hugsaði túsund tankar: Fór tað at vera flovisligt at síggjast aftur? Vóru vit yvirhøvur ordiligir vinir, nú alt var vanligt aftur, og vit ikki vóru á leguni? Og fór hann yvirhøvur at koma á vøllin, sum vit høvdu avtalað?
Men tá babba parkeraði bilin, var Tóki tíbetur tann fyrsti, sum eg sá.
Eg var eitt lítið sindur flov, akkurát tá vit møttust aftur, men aftan á eina lítla løtu var tað akkurát sum á leguni. Tíðin fleyg avstað, og so mátti eg knappliga hugsa um dystin.
Eg pressaði eyka nógv, tí eg visti, at Tóki var har, og hoyrdi eisini, at hann rópti ordiliga hart, tá eg skoraði. So tá tað endaði við javnleiki, var eg nokk so skuffað. Havi eg sagt, at eg hati at tapa? Men óansæð, so gloymdi eg tað skjótt aftur, tí tá skuldi Tóki spæla. Tað var stuttligt at síggja hann á vøllinum. Hann er so skjótur og tryggur við báðum beinum. Tað hevði eg gott nokk viljað dugað!
Aftan á dystin fór babba ein túr, og eg fór við niðan til Tóka og tey.
Eg visti væl, at Tóki hevur trý systkin, og eftir sum tað var leygardagur, vóru øll heima. Tað var rættiliga rokaligt fyri at siga tað akkurát, sum tað er! Rokaligt og festligt og so nógv øðrvísi enn heima hjá bæði mammu og babba, tí eg eri jú einabarn. Vit spældu FIFA í kamarinum hjá Tóka og Rúnari eina løtu, og Rúnar var eisini har. Tað er løgið at hugsa um, at teir hava kamar saman, og at eg havi tvey kømur bara til mín. Tóki sigur, at tað er strævið, og hann gleðir seg til at fáa kamar fyri seg sjálvan, tá pápin er liðugur at seta kjallaran í stand. Men veitst tú hvat? Eg hevði einki havt ímóti at havt eina systur í mínum kamari!
Tey smáu systkini komu alla tíðina inn í kamarið og órógvaðu spælið, so til síðst fóru vit bara øll út at spæla og høvdu hundin hjá teimum við. Eg hevði gloymt at taka tablett, so eg snoraði og bleiv reyð um eyguni. Men Stjørna er SO fitt og blíð. Ááh, eg hevði eisini so gjarna viljað havt ein hund!
Tóki hugdi upp á meg og smíltist, tá vit lótu okkum í skógvarnar.
„Umskylda, at míni systkin eru so strævin," segði hann, og eg haldi, at hann var eitt sindur illa við.
Eg skundaði mær at rista við høvdinum. „Nei, nei!" segði eg, „Eg haldi, tað er stuttligt. Eg meini tað," og eg sá, at tað lætnaði fyri honum. So runnu vit øll niðan á tann lítla fótbóltsvøllin. Tað var ikki serliga nógv skil á dystinum við smábørnum og hundi og øllum uppií, men tað var ordiliga stuttligt. Og veitst tú hvat? Vit hava longu avtalað, at hann skal koma og vitja meg í heystferiuni!
TÓKI:
Og so kom heystferian. Babba er farin avstað aftur, og kamarið hjá mær er ikki liðugt enn. Hann sigur, at tað verður liðugt næstu ferð, hann er heima, so tað vóni eg veruliga. Rúnar og eg hava altíð havt kamar saman, so vit eru vanir við tað, men tað verður strævnari og strævnari. Hann er 14 ár, og vit tíma ikki altíð tað sama. Sum í gjár, tá vinmenninir hjá honum sótu har og spældu Playstation og fyltu alt kamarið. Eg kann gott vera inni har, tað er ikki tað, men tá er tað ikki ordiliga pláss fyri, at eg geri tað, sum eg havi hug til. Hvat nú, um eg heldur bara vil liggja í songini og lesa eina bók? Tað ber slett ikki til, og alla aðrastaðni í húsinum er eisini rokaligt. So tá fór eg bara ein túr á súkkluni fyri at fáa frið.
Hvar kom eg til? Ája, heystferian. Mamma koyrdi meg suður fyrrapartin, og so skuldi eg koma vestur aftur við bussinum seinni.
„Wow," segði eg bara, tá eg kom inn í kamarið hjá henni. Har eru djóraplakatir og djórafigurar og djórabamsur ALLASTAÐNI. Eg hevði sæð eitt sindur av tí á myndum, men ikki ordiliga. Har var so nógv at hyggja at, og eg mátti bara flenna. Eg setti meg á songina og tók eina fílabamsu og eina sebru.
„Eg ynski mær eitt djór … ella eitt systkin," segði hon. „Men eg rokni ikki við, at eg fái nakað av teimum." Hon suffaði eitt sindur og ypti øksl, og eg kundi ikki lata vera við at hugsa um, at eg hevði fult av báðum heima hjá mær.
„Eg toli tey bara ikki …"
„Tolir tú ikki børn?"
„Djór!" flenti hon og kastaði eina hundabamsu eftir mær.
So fóru vit oman til bussin, og Maria og Sigrið møttu okkum har, tí vit skuldu oman at svimja. Vit russjaðu og hoppaðu á vippunum og bardust í tí heita hylinum, líka til tey róptu okkum upp í hátalaranum. Tá var eg gott nokk eisini móður og gorhungraður. Vit keyptu okkum hotdog og kakao í kafeini. Knappliga fór eg at hugsa um, hvussu løgið tað var, at eg sat har, í Havn, bara eg, einsamallur saman við trimum gentum! Hvat nú, um onkur, sum eg kendi, sá meg? Men so gloymdi eg tað aftur, og vit høvdu tað ordiliga stuttligt. Eina aðru ferð fari eg at biðja Kristian koma við til Havnar.
Seinni fingu vit heimagjørdar burgarar og kips heima hjá Birnu, og tað var himmalskt! Tað var heilt øðrvísi at eta døgurða har. Tað var so friðarligt og hugnaligt við borðið. Ikki trý onnur børn, sum eisini vilja hava ketjupp fyrst.
Tá eg kom heim við bussinum, sat mamma og hugdi film. Eg setti meg hjá henni og fekk mær poppkorn.
„Nú, hvussu var í Havn, góði?" spurdi hon.
„Ordiliga gott," segði eg. Men tað var heldur ikki so galið at koma heim.
Søga: Silja Aldudóttir
Myndir: Silja Eystberg