10 FAKTA um Barbie
29. mars eru 60 ár liðin, síðan fyrstu Barbiedukkurnar sóu dagsins ljós á eini leikutoysstevnu í New York. Tvey ár seinni í 1960 varð sjeikur hennara, Ken, gjørdur, og síðan tá eru alskins útgávur av barbiedukkum komnar á marknaðin
10 Barbie-FAKTA
Dukkurnar eru uppkallaðar eftir børnunum hjá Barbieskaparanum, Ruth Handler, sum eita Barbara og Kenneth.
Hóast harða kapping frá telduspølum og øðrum elektroniskum leikum verða tað framvegis seldar 58 milliónir barbiedukkur hvørt ár. Dukkan verður seld í 150 londum.
Barbie hevur hesi 60 árini roynt seg í næstan 200 ymiskum yrkjum. Hon hevur verið eitt nú arkitektur, telduforritari, fornfrøðingur, lækni og rappari.
Í 1968 varð fyrsta dukkan við myrkari húð framleidd. Tað var dukkan Christie, sum er vinkona Barbie. Men dukkur við myrkari húð kundu tó ikki keypast fyrr enn í 1980.
Mattel gjørdi fyrstu forseta-barbiedukkuna til amerikanska forsetavalið 1992. Fyrsta varaforsetadukkan varð gjørd í 2016. Mattel hevur síðan 1992 gjørt eina forseta-barbiedukku til øll tey amerikansku forsetavalini uttan til valið í 1996, tá ið Bill Clinton varð afturvaldur.
Í 2016 kom við Barbie Fashionistas-dukkum, ið allar hava øðrvísi kropsbygnað og etniskan uppruna enn vanliga barbiedukkan: Barbie við stuttum beinum, Barbie, sum er breið um lendarnar, langa og klantrasliga Barbie, Barbie við asiatiskum og latínskum andlitsbragdi og Barbie í øllum húðarlitum frá heilt myrkum til bleikan við frøknum.
Í 2017 var ein serlig mynd at síggja á Instagramvanganum hjá Barbie. Her sæst Barbie saman við spesialdukkuni, sum varð gjørd eftir vælumtókta amerikansk-koreanska bloggaranum, Aimee Song. Báðar eru í eini t-shirt við orðunum Love Wins skrivað á við ælabogalitum – eitt herróp, sum stuðlar rættinum til hjúnalag millum fólk av sama kyni.
Í 2018 fekk barbiedukkan hijab. Ein dukka í Sheroes-røðini varð gjørd fyri at heiðra amerikanska fektaran, Ibtihaj Muhammad, sum vann bronsu í OL í Rio í 2016. Dukkurnar í Sheroes-røðini eru allar veruligar kvinnuhetjur.
Í 2020 kemur ein spælifilmur við Barbie. Tað er kenda, amerikanska sjónleikarinnan, Anne Hathaway, sum spælir Barbie.
Tað er stóra leikufyritøkan Mattel, sum framleiður barbiedukkur. Mattel framleiðir eisini eitt nú Hot Wheels, Polly Pocket og Fisher Price. Mattel er sættstørsti leikuframleiðarin í heiminum.
Keldur: trd.by, zetland.dk, wikipedia o.o. Myndir: Mattel + savnsmyndir
Brot úr grein í STROK 2 | 2019