Greinir

@faroeflips

@faroeflips er ein føroyskur instagramvangi við fleiri enn 1.200 fylgjarum. Teir leggja nógv feit uppsløg út við klatring og parkour. Við í Faroe Flips eru seks ungir menn, sum allir eru millum 16 og 17 ára gamlir. STROK hevur hitt faroeflipparan Tóka og spurt hann um teirra instavanga

Tóki Strøm (í miðjuni) er 16 ár og úr Havn. Hann gjørdi nógvan amboðsfimleik, áðrenn hann fór á ítróttaháskúla í Suðuroy. Nú venur hann alt møguligt á háskúlanum - eisini úti í náttúruni. Myndina hevur Jóni Brandsson Christiansen, ei…

Tóki Strøm (í miðjuni) er 16 ár og úr Havn. Hann gjørdi nógvan amboðsfimleik, áðrenn hann fór á ítróttaháskúla í Suðuroy. Nú venur hann alt møguligt á háskúlanum - eisini úti í náttúruni. Myndina hevur Jóni Brandsson Christiansen, ein av lærarunum á háskúlanum, tikið. Hinir báðir á myndini eru floksfelagar hjá Tóka

Faroe Flips byrjaði við, at Markus og Ári vildu vísa tað, teir gjørdu, fram. Men tað bleiv ikki rættiliga til nakað, fyrr enn Markus og Tóki komu við hugskotinum at gera ein instagramvanga, har teir kundu leggja myndir og video út til onnur at hyggja at. Síðani bóðu teir hinar koma upp í bólkin og royna okkurt nýtt. Og soleiðis varð Faroe Flips til.

Síðani tá hava teir lagt nógv út. Tað er ikki bara klatring og parkour at finna á vanganum hjá teimum, men eisini ymiskt annað stuttligt og onkuntíð ræðandi, sum teir gera.

– Vit leggja eisini út av tricking, cliff diving, ymsum avbjóðingum, sum vit fáa og seta okkum sjálvum, og nógvum øðrum, sigur Tóki. Eisini leggja teir út, tá ið okkurt miseydnast og endar við at síggja eitt sindur stuttligt út.

Teir í Faroeflips. Mynd: Faroeflips

Teir í Faroeflips. Mynd: Faroeflips

Hví ganga …

Teir hava fleiri enn 150 uppsløg úti, sum vísa, hvussu teir halda, at umhvørvið eisini kann brúkast. Tí hví ganga, tá ið tú kanst renna upp eftir vegginum, ganga á hondunum, hoppa upp um rimaverkið, bólta rút niður av takinum ella gera eina salto hvønn dag.

Tóki í luftini. Mynd: Faroeflips

Tóki í luftini. Mynd: Faroeflips

– Okkum dámar væl at finna nýggjar mátar at filma uppá, finna nýggjar vinklar og royna nýggj ting.

Uppsløgini, sum fáa flest likes hjá teimum, eru tey, sum teir hava klipt saman og gjørt burtur úr fleiri videoum.

– Vit hava ein bólk á messenger, har vit skriva saman og finna útav, hvat vit skula leggja út og hvat vit skula skriva til uppslagið. Av og á fáa vit eisini hugskot frá øðrum videoum, sum vit síggja á netinum, og gera so okkurt líknandi. Men sjálvandi finna vit eisini upp á uppsløg sjálvir. Markus er tann, sum oftast kemur við hugskotum og er tann mest aktivi. Vit aðrir finna eisini upp á uppsløg at leggja út, bara ikki so ofta sum Markus.

Eisini á YouTube og Facebook

Faroe Flips hevur eisini eina youtube-kanal (Faroe flips) og ein facebookvanga (@faroeflips), men har leggja teir ikki líka nógv út, sum á instagram.

– Instagram verður brúkt til at deila myndir og video á uttan nógvan tekst. Tað er meira til at vísa, hvat man ger, og ikki forklára tað. Tað er tí, at Instagram er gott til Faroe Flips, tí vit vilja vísa fólki, hvat vit duga.

Instagram hevur eisini eitt, sum eitur “my story”, har tú kanst leggja myndir ella video á 10 sekund út. Hesar søgur hvørva aftur eftir 24 tímum, um tú ikki velur at goyma tær. Her kanst tú leggja øðrvísi og stuttlig uppsløg út, sum ikki eru so kekkað – eitt sindur sum Snapchat. Hesa funku brúkar @faroeflips eisini.

– Vit hava t.d. eina story, har vit brúka #backflipeveryday. Vit taka eitt video av Markusi um dagin, meðan hann ger eina salto aftureftir, og leggja tað á my story. Tað hava vit gjørt í næstan tveir mánaðir.

Í løtuni ganga allir uttan Ári á ítrottaháskúlanum í Suðuroy. Ári gongur á ítrottaeftirskúla í Danmark, men teir hava gott samband kortini. Og internetsambandið er eisini gott, tí Ári er eisini framvegis at síggja á instagramvanganum hjá Faroe Flips.

Umhugsar tú eisini at fara á ítróttaháskúla í Suðuroy? So skalt tú fyrireika teg til eitt sindur av hvørjum;) Mynd: Ítróttaháskúlin

Umhugsar tú eisini at fara á ítróttaháskúla í Suðuroy? So skalt tú fyrireika teg til eitt sindur av hvørjum;) Mynd: Ítróttaháskúlin


Instaprei – kennir tú hesar vangarnar?

@freddymakesclayFríði Patursson  Fylgjarar: 60+  Fríði ger flottar og detaljeraðar sombiar, rúmdarfør, hermenn og annað burtur úr evningarvoksi

@freddymakesclay

Fríði Patursson
Fylgjarar: 60+
Fríði ger flottar og detaljeraðar sombiar, rúmdarfør, hermenn og annað burtur úr evningarvoksi

@reileyReiley Peters (Rani Petersen)  Fylgjarar: 100.000+  Reiley leggur myndir og video út, har hann syngur, einamest cover-løg, men eisini egin løg. Í bio stendur: “I want to sell out arenas”

@reiley

Reiley Peters (Rani Petersen)
Fylgjarar: 100.000+
Reiley leggur myndir og video út, har hann syngur, einamest cover-løg, men eisini egin løg. Í bio stendur: “I want to sell out arenas”

@gilli.photographyGilli Brend í Hoyvík  Fylgjarar: 1.000+  Gilli er fotografur og leggur vakrar og professionellar myndir út, sum hann tekur ymsastaðni í Føroyum

@gilli.photography

Gilli Brend í Hoyvík
Fylgjarar: 1.000+
Gilli er fotografur og leggur vakrar og professionellar myndir út, sum hann tekur ymsastaðni í Føroyum


Greinin er úr STROK 2 | 2019

TEKSTUR: Hjálmar A. Dalsgarð