Greinir

Fidgetspinnarar kunnu vera vandamiklir

vandamiklir_fidgspinn.gif

Vandamikil evni kunnu vera í summum fidgetspinnarum. Teir lúka tí ikki krøvini, sum eru til leikutoy. Hetta vísur ein nýggj donsk kanning.

Ov nógv blýggj kann vera vandamikið

Millum annað eru fidgetspinnarar kannaðir fyri at vita, hvussu nógv blýggj var í teimum. Blýggj er eitt evni, sum kann skaða kroppin hjá okkum, um vit fáa ov nógv av tí.

Vandamiklu fidgetspinnararnir er burturbeindir

Fidgetspinnararnir, sum høvdu og nógv blýggj í sær, eru ikki longur at fáa í donskum handlum. Hvussu støðan er í Føroyum, veit vit ikki at siga í løtuni. 

Tú skalt ikki vera bangin

Á nei, eg havi akkurát spælt við ein fidgetspinnarar! hugsar tú kanska. Men stúr ikki.

Tú skalt ikki vera bangin, um tú hevur spælt við ein fidgetspinnara, sigur Stine Müller, sum veit nógv um evnafrøði. Hon arbeiðir hjá Forbrugerrådet Tænk Kemi, sum er danska kanningarstovan, ið hevur gjørt kanningina.

Hon sigur, at vit fáa blýggj í okkum nógvastaðni frá. Tað ræður um at fáa so lítið blýggj í seg sum gjørligt. 

Um tú hevur ein fidgetspinnara við ov nógvum blýggi í, sklat tú bera handlinum hann aftur ella blaka hann burtur.

Her sært tú hvørjir fidgetspinnarar hava ov nógv blýggj. Kanningin er á donskum! Og tað kann vera eitt sindur ringt at skilja hana, so fá onkran vaksnan at hjálpa tær at lesa. 

GreinBeinta Johannessen