Greinir

Vitjan úr Beijing

Tað er ikki hvønn dag, at tú sleppur at heilsa upp á ein borgarstjóra. Mynd: torshavn.fo

Tað er ikki hvønn dag, at tú sleppur at heilsa upp á ein borgarstjóra. Mynd: torshavn.fo

Beint eftir ólavsøku vóru seks vaksin og 20 børn úr Beijing á vitjan í Føroyum. Tey flestu børnini vóru um 12 ára aldur.

Endamálið við ferðini var at kanna og síggja, hvussu skótarørslan hjá okkum er bygd upp og skipað. Alment eru eingir skótar ikki í Kina, men á eini jamboree í Japan fekk leiðarin hjá kinesisku børnunum samband hendavegin og hevur nú verið her tvey ár upp í slag.

Sum part av vitjanini buðu kinesiska ferðalagið og Skótalið Sigmund Brestissonar borgarstjóranum í Havn, Anniku Olsen, til grillaðan mat í skótahúsinum við viðarlundina í Havn.

Tey settu Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn, nógvar spurningar og greiddu eisini frá Kina. Millum annað, at tey í Beijing byrja at læra enskt í barnagarði, tá ið tey eru trý ára gomul.

Kelda: torshavn.fo

Øll vildu snakka við borgastjóran í Havn, Anniku Olsen. Mynd: torshavn.fo

Øll vildu snakka við borgastjóran í Havn, Anniku Olsen. Mynd: torshavn.fo

Felagsmynd. Mynd: torshavn.fo

Felagsmynd. Mynd: torshavn.fo

Damur heilsast. Mynd: torshavn.fo

Damur heilsast. Mynd: torshavn.fo

GreinBeinta Johannessen