G! 2017
So er G! longu aftur, og STROK er sjálvandi á staðnum!
Tað er hóskvøld, tað regnar ikki í løtuni, og nærum øll bíða bara eftir høvuðsnavninum Mø (vit fara á tíðindafund hjá Mø seinni í kvøld, so meira um hana og hennara konsert í morgin).
Her er eitt sindur av fólki, men onki í mun til, hvussu nógv verða samlaði klokkan 01. Vænti nógv eru á tjaldøkinum, kanska at skifta í turr klæði eftir at tað skjótt hevur regnað í fleiri tímar.
Sjálvur havi eg ongar serligar væntanir til G! Um eg skal vera erligur, so hugsi eg mest um at Swangah gevur nýtt album út imorgin. TAÐ gleði eg meg til! Tað verður eisini feitt at hoyra Mø. Hvussu feitt, skrivi eg meira um ímorgin😊
Teitur Í Stórustovu