Greinir

Bók+filmur: Fantastisku beistini og hvar tú finnur tey

Fantastic-Beasts-and-Where-to-Find-Them-movie-poster.jpg
1.png
 

BÓKIN

Bókin Fantastic Beasts & Where to Find Them eftir víðagitnu J.K. Rowling, sum hevur skrivað røðina um Harry Potter, kom út í 2001. Bókin sigst vera úr bókasavninum í Hogwarts, sum er gandaskúlin, har Harry Potter gekk á, og hon verður nevnd viðhvørt í bókarøðini.

Bókin er komin beint úr gandaheiminum. Newt Scamander stendur sum uppspunnin rithøvundur, og bókin er ognað Harry Potter. Í bókini eru fleiri hondskrivaðar viðmerkingar, sum Harry og hansara vinir, Ron og Hermione, hava skrivað. Viðmerkingarnar samsvara við søguna um Harry Potter og gera tað stuttligari hjá lesarunum at lesa.

Bókin er fyrst og fremst at finna í Harry Potter og Vitramannasteinurin, sum er fyrsta bókin um Harry Potter; tá ið Harry skal keypa inn í Diagon Alley til sítt fyrsta ár á Hogwarts, er bókin eitt á innkeypslistanum.

Í bókini kanst tú lættliga leita eftir teimum djórunum, sum tú vilt lesa um og fara at kenna. Djórini úr gandaheiminum eru stuttlig og spennandi at lesa um. Summi djór kennir tú kanska aftur frá bókunum og filmunum (ella øðrum søgum), og summi hevur tú kanska ongantíð hoyrt um fyrr. Tú fært at vita alt møguligt um tey, t.d. hvussu hættislig tey eru ella kunnu vera, útsjónd, hvar tey eru at finna, hvaðan tey upprunarliga eru, hvørji av teimum kunnu brúkast sum kelidjór, hvørji kunnu tosa sum menniskju o.s.fr.

FILMURIN

Hóast bókin bara er einar 100 síður og ikki fevnir um nakra beinleiðis søgu ella persón, so hevur David Yates avrátt at gera bókina til film, og har koma enntá fleiri filmar. David Yates er millum annað kendur fyri at hava leikstjórnað nakrar Harry Potter-filmar.

Hóast filmurin er í sama gandakenda heimi, sum Harry Potter livir í, so fevnir filmurin um eitt annað tíðarskeið. Fantastic Beasts & Where to Find Them fer fram nøkur áratíggju, áðrenn Harry Potter varð føddur í 1926 og mótsett Harry Potter-røðini er søgugongdin í filminum í New York í USA. Tað vil siga, at Harry Potter og vinir hansara eru ongastaðni at síggja í filminum ella í teimum næstu filmunum. Tað kann kanska tykjast eitt sindur keðiligt, men fleiri heilt nýggir og spennandi persónar eru komnir, so sum Porpentina (Tina) og systirin Queenie, Percival Graves, Jacob, Newt Scamander, ið hevur t.d. skrivað bókina um hesi djórini o.s.fr.

Newt Scamander, ið er úr Onglandi, kemur til New York við einum lítlum kufferti, har hann goymir alt møguligt spennandi í. Jacob tekur av óvart kuffertið hjá Newt, og nøkur dýr úr gandaheiminum, sum lógu krógvað í kuffertinum, sleppa leys í stórbýnum.

Brádliga má Newt verða verandi í býnum longur enn ætlað fyri at fáa fatur á teimum aftur, og tað er ikki so lætt, tí tey flestu vilja ikki taka í kuffertið aftur, og til dømis er eisini eitt av djórunum ósjónligt. Tí rennur Newt seg í fleiri trupulleikar. Summi av dýrunum gera skaða á býin, og gandamálaráðið í New York verður blandað uppí.

DÓMURIN

Mær dámar filmin væl. Tað er stuttligt at síggja gandaheimin aftur á skíggja og at kenna dýr aftur úr bókini og røðini um Harry Potter. Filmurin er stuttligur og spennandi. Tað er eisini spennandi at uppliva gandaheimin øðrvísi. Filmurin fer ikki bara fram í einum øðrum landi, men eisini í einum øðrum tíðarskeiði. Hann er eisini um vaksin fólk mótsett Harry Potter-røðini.

Mær dámar væl høvuðspersónin, sum sjónleikarin, Eddie Redmayne, spælir. Hann kenni eg úr øðrum góðum filmum. Tað er spennandi at koma at kenna nýggjar persónar úr gandaheiminum og uppliva heimin úr New York. Har eru mangt øðrvísi enn í Onglandi, t.d. er amerikanska heitið fyri mugglar No-Maj.

Hóast mær dámar filmin, so kann sumt kanska tykjast eitt sindur skuffandi. Filmurin er so øgiliga teldugjørdur afturímóti Harry Potter- filmunum. Tað er natúrligt hjá mær og helst eisini hjá øðrum Harry Potter- fjepparum at samanbera røðina og nýggja filmin, men hóast eg ikki eri nøgd við alt í filminum, sum er øðrvísi enn í Harry Potter-røðini, so er søgan um hesi gandakendu dýrini frágerða stuttlig og spennandi. Og at vit sleppa at uppliva verðina øðrvísi, ger forvitnið um hesa ókendu søguna alt meiri dragandi.

Eg gevi filminum 6 ’S' av 6

Guðrið Egholm, 16 ár