At vera tann nýggi í flokkinum
Hjá summum merkir eitt nýtt skúlaár ikki bara ein nýggj skúlastova og nýggir lærarar. Tað merkir eisini ein nýggjur skúli, nýggir vinir og nýggir vanar.
STROK hevur hitt 12 ára gamla Ritthikan Uadhaw og 13 ára gamla Trónd Hera Tórhalsson, sum báðir eru byrjaðir í nýggjum skúla eftir summarferiuna.
- Hetta er aðru ferð, eg skifti skúla. Eg fór í fyrsta flokk í Tailandi. Tá ið eg var níggju ár, fluttu vit til Føroyar, og eg fór í skúla her. Tá kendi eg ikki landið, og eg dugdi heldur ikki málið, so tað var ein nógv størri broyting enn nú, sigur Ritthikan.
Sama um tú ert tann nýggi ella tann, sum tekur ímóti tí nýggja, so halda bæði Ritthikan og Tróndur tað vera umráðandi, at tú ert opin og fyrikomandi.
Ert tú eisini tann nýggi í ár?
Minst til ...
• at tað er natúrligt at vera fjálturstungin
• at tað er vanligt at føla seg einsamallan í fyrstani
• at tað eru onnur, sum hava tað júst sum tú
• at eitt smíl er stytsti vegurin millum fólk
Les alla samrøðuna í STROK 5/17