Greinir

Sjúkastu vatnrussjibanarnir

121 metra langi Scorpion’s Tail í Wisconsin í USA. 

121 metra langi Scorpion’s Tail í Wisconsin í USA. 

Ein varð stongdur av eini deyðsvanlukku. Hinir eru bara RÆÐULIGIR. Her eru seks alvorliga sjúkir vatnrussjibanar

Verrückt – ov vandamikil at vera til

Navnið merkir Banin er tó ikki í Týsklandi, men í Kansas City í USA. Verrückt læt upp summarið 2014 og setti tá fleiri met við eini hædd upp á 51 metrar og eini toppferð upp á 110 kilometrar um tíman. Hann er ein "water coaster", sum merkir, at tú situr í einum vogni ella í hesum føri einum slag av gummibáti. Í fjør hendi ein ólukka, tá ið annar vognurin fór skeivur. Ein persónur doyði, og tveir vóru illa løstaðir. Síðan tá hevur Verrückt verið stongdur, og nú er avgjørt at taka banan niður.

Kilimanjaro – tann hægsti av øllum

Síðan Verrückt stongdi, er hetta heimsins hægsti vatnbani við sínum 49 metrum. Kilimanjaro er uttan fyri Rio de Janeiro í Brasil. Toppferðin er 91 kilometrar um tíman. Heimsins næsthægsti russjibani, Insano, er eisini í Brasil. Hann er "bara" 41 metrar høgur, men brattari enn Kilimanjaro. Í Insano ber til at koma upp í 105 kilometrar um tíman.

Leap of Faith – alvorliga ræðandi

Í Bahamaoyggjum er eitt kent vatnland, har høvuðsatdrátturin er russjibanin Leap of Faith. Hann byrjar í einum kopii av einum mayatempli, ið er líka høgt sum eitt hús í seks hæddum. Niðast á templinum fer tað opna rørið yvir í eitt gjøgnumskygt rør, sum gongur gjøgnum ein hyl við hávum í. Ein líknandi russjibani er í Dubai.

Mammoth – laaaangur sum skeggið á jólamanninum

Heimsins longsti bani til meira en ein person er 537 metrar og minnir rættliga nógv um fjøll og dalar. Tú ferðast á flakum við seks sitiplássum. Teir verða hildnir á bananum við magnetum. Tú kemur upp á toppin á nøkrum, ið líkist vørubandinum í marvøruhandlum. Mammoth er í býnum Santa Claus (merkir jólamaður) í Indiana í USA. 

Scorpion’s Tail – ein snurrandi verð

Noah’s Ark í Wisconsin er eitt tað størsta vatnlandið í USA við 50 ymiskum hyljum. Her er 121 metra tann langi Scorpion’s Tail (merkir halin á spordrekanum). Hann byrjar við, at tú stendur á einum lemmi, sum knappliga dettur undan tær. Síðan heldur ferðin fram ígjøgnum eina langa bukt, ið líkist halanum á einum spordreka. 

L2 – verri enn spordrekin

Hetta skrímslið er í Eysturríki. L2 hevur ikki bara eina bukt, men tvær. Túrurin byrjar í 25 metra hædd á einum lemmi og einum næstan fríum falli upp á 14 metrar. Ein øgilig detalja er, at ræðandi tónleikur verður spældur í búrinum, meðan tú stendur á lemminum og bíðar eftir at detta …

Greinin stóð í STROK 5/2017