35 ár síðan vanlukkuna í Tjernobyl
Tjernobyl er ein býur norðarlaga í Ukraina, sum liggur tætt við markið til Hvítarussland. Í 1986, tá ið Sovjetsamveldið enn var til, var býurin fyri ringastu kjarnorku vanlukku nakrantíð. Vanlukkan hendi leygardagin 26. apríl, og hon hevur havt nógvar ræðuligar avleiðingar við sær
Vanlukkan verður roknað sum heimsins versta og álvarsamasta kjarnorku vanlukka. Skaðilig og dálkandi skýggj fóru við geislavirknum avfalli út í náttúruna og spjaddust við vindi og avfalli yvir partar av estursovjetsamveldinum, Evropa, Norðurlondum og heilt til eystara part av Amerika. 336.000 fólk máttu flýggja og búseta seg aðrastaðni. Eingin av teimum, sum flýddu úr Tjernobyl, visti, at tey ongantíð fóru at sleppa heim aftur.
Vanlukkan byrjar
Vanlukkan byrjaði, tá ið nakrir arbeiðs menn arbeiddu við eini elstýring á einum av kjarnorkureaktorunum. Endamálið var at spara streym, men trygdarskipanin var sløkt, og reaktorurin var ikki klárur. Tveir av arbeiðsmonnunum doyðu í stundini.
Av tí at vanlukkan var so ógvislig, hevur hon havt nógv ótespiligt við sær. Til dømis datt húðin á brandmonnunum av, tá teir royndu at sløkkja eldin. 31 fólk doyðu í vanlukkuni, men sambært USA hava spreingingin og eldurin, sum ávirkaðu beinleiðis og óbeinleiðis, “dripið” fleiri milliónir fólk orsakað av geislavirknu evnunum, sum vórðu slept út í lofthavið. Eisini djór vórðu ávirkað, og í Reyðaskóg inum, sum er uppkallaður eftir trøunum, ið gjørdust reyð eftir vanlukkuna, doyðu nógv djór eftir fáum mánaðum.
Vildi ikki viðganga mistak sítt
Ein orsøk til, at vanlukkan gjørdist so ógvislig og umfatandi, er, at stjórin á kjarnorkuverkinum í Tjernobyl vildi ikki viðganga, at hann hevði gjørt eitt mistak. Hann ávaraði tí ikki fólk beinanvegin, men bíðaði til morgunin eftir, tá ið geislavirknu evnini høvdu spreitt seg, og tað longu var byrjað at leka.
Geislavirkin stráling
Vit menniskju eru alla tíðina fyri geisla virknari stráling frá nógvum natúrligum keldum, og natúrliga eru vit fyri geisla virknum evnum í øllum mati, sum vit eta, øllum, sum vit drekka, og í luftini, sum vit anda. Hetta eitur natúrlig umhvørvisgeisling.
Tað, sum hendi í Tjernobyl, var, at henda geislingin fór langt upp um hámarkið fyri slík evni. Nógv børn og ung, sum livdu í teimum mest dálkaðu økjunum, fingu krabba í skjald kertilin.
Somu sjúkur sum eftir Hiroshima
Fyrstu ferð, fólk vórðu gjørd varug við, at geislavirkni kann elva til blóðkrabba, var í Japan undir seinna heimsbardaga, tá ið tveir býir, Hiroshima og Nagasaki, vórðu lagdir í oyði av kjarnorku bumbum. Fleiri, sum yvirlivdu spreingingina í Japan, fingu blóðkrabba. Eftir tað hevur man funnið blóðkrabba millum arbeiðsfólk í Tjernobyl.
Eingi skrímsl, men lýsandi plantur
Í dag er ein stórur partur av Norðurukraina og Suðurhvítarusslandi avbyrgdur. Eingin hevur búð har síðstu 35 árini, men økið er framvegis minni enn so oyðiland. Fuglar, úlvar, reindjór og nógv onnur djór halda til har. Nógv av hesum djórunum hava nógv geislavirkin evni í sær, men enn eru eingi teirra broytt til skrímsl við óvanliga nógvum høvdum, hóast granskarar hava funnið plantur og svampar, sum eru ógvuliga nógv umskapað – summi lýsa enntá.
Enn granska nógv í Tjernobyl, sum er nógv vitjað, hóast fólk áttu at hildið seg burtur. Og enn verða djór og børn fødd við óvanligum broytingum, sum vit einki vita um.
Skrivað hevur: Guðrið Egholm
Keldur: Keldur: who.int, wikipedia.org, greenpeace.org, nautil.us, statista.com og greenfacts.org
Grein í STROK 3 | 2021