Overcooked! All You Can Eat
Jóhannis í Stórustovu, 10 ár, ummælir
Eftir at Overcooked 1 kom á marknaðin í 2016 og Overcooked 2 í 2018, er nú júst komin ein heilt nýggj útgáva, ið eitur "Overcooked! All You Can Eat", ið er ein sonevnd remastrað útgáva av Overcooked 1 og 2.
Í Overcooked! All You Can Eat kanst tú bæði spæla Overcooked 1 og Overcooked 2, sum koma í dagførdari útgávu við nýggjum grafikki, umframt at nógv nýtt tilfar er komið aftrat, sum t.d. nýggir køkar, nýggir kokkar og øðrvísi avbjóðingar.
Spælið snýr seg í stuttum um at gera nógvan ymsan mat, meðan klokkan gongur. Overcooked er eitt sonevnt "local multiplayer" spæl. Tað vil siga, at fleiri spælarar kunnu spæla á sama skermi, har neyðugt er at finna mátar at sam- starva, um spælið skal eydnast væl.
Sum spælari er man kokkur í einum køki, og bíleggingarnar streyma inn til kokkarnar. Uppgávurnar eru sera ymiskar. Grønmeti skal skerast, kjøt skal steikjast, epli skulu kókast, og at enda skal alt á ein tallerk og síðan borðreiðast. Rættirnir kunnu t.d. vera burgarar, suppa, pitsa, pasta, fiskur & kips og høsnarungi og nógv annað. Skitnu tallerkarnir skulu vaskast upp, áðrenn teir kunnu nýtast aftur, og alt hetta skal gerast í rúkandi ferð, áðrenn tíðin er farin. Køkarnir kunnu eisini vera sera ymiskir. Tað kann t.d. vera umborð á einum rullandi skipi, har borðini og grýturnar fara sendandi aftur og fram.
Onkuntíð skal maturin í eina grýtu, og onkuntíð skal maturin á pannuna, og sumt skal í frituruna. Smores skal sjálvsagt grillast, og av og á skal ein gamal kolovnur brúkast.
Overcooked er eitt rættiliga stressandi spæl, tí um tú ikki skundar tær nóg nógv at gera allan matin á bíleggingini, verður tú revsaður við at missa stig. Í Overcooked kann tú bæði spæla lættar og torførar køkar, og hevur tú nóg mikið av kontrollarum, kunnu tit spæla fýra í senn í einum køki. Spælið leggur upp til nógvar stuttligar løtur og nógv róp millum spælararnar, meðan roynt verður at gera matin, og tað er alneyðugt at býta uppgávurnar millum sín, meðan spælið er í gongd, soleiðis at tað er greitt, hvør sker og snittar, hvør steikir, hvør passar grýturnar, hvør borðreiðir og hvør vaskar upp. Tað ber eisini til at spæla einsamallur sum "single-player", har tú stýrir tveimum monnum og kann skifta ímillum, hvønn tú vilt brúka, men tað er ongin ivi um, at tað er nógvar ferðir stuttligari at spæla fleiri, so man kann samstarva.
Eg havi spælt Overcooked! All You Can Eat á PS 4 saman við foreldrum og systkjum, og vit hava havt nógvar stuttligar løtur, har vit hava rópt hart í spenningi fyri at gera matin. Vit larma so illa, meðan vit spæla, at eg má gevast at spæla, tá 2 ára gamla lítlasystirin er farin í song.