Greinir

Apríl, apríl!😃

Verið klár! Ársins størsti lumpidagur nærkast. Hóast vit hava sent apríl í fleiri hundrað ár, verða vit ongantíð troytt av at lumpa og verða lumpað

Mynd: Unsplash

Mynd: Unsplash

Hevur tú hoyrt um hví, vit senda apríl? So ert tú helst lumpað(ur). Tí eingin veit við vissu, hví vit senda apríl, ella hvussu hesin skemtiligi dagur er komin. Vit vita bara, at hann verður hildin í næstan øllum Evropa og fleiri aðrastaðni við, eitt nú í USA og Avstralia.

Her eru nakrar kendar aprílsøgur


1846: Fyrsta miðlasøgan: Hygg at asnunum!

Fyrsta aprílsøgan, sum vit vita um í miðlunum, stóð at lesa í eini bretskari avís í 1846. Har var ein lýsing um eina asnaframsýning, sum skuldi vera í útjaðaranum á London. Forvitin fólk tustu avstað at síggja asnarnar. Men har var einki djór. Eftir at hava gingið ørkymlað runt og hugt at hvørjum øðrum, gekk tað upp fyri fólki, at tað vóru tey, sum vóru asnarnir.

1957: Væleydnaður spagettivøkstur!

At spagetti ikki veksur á trøum er neyvan nakað nýtt. Men í 1957 vóru tað nógv, sum vórðu lumpað av hesum. Bretska sjónvarpsrásin BBC sendi eitt falskt innslag frá góða spagettivøkstrinum í Sveis. Tann mildi veturin skuldi vera orsøkin til óvanliga góða skurðin, og fólk hentaðu spagetti í rúgvuvís úr trøunum.

Spagettitrø😵

Spagettitrø😵

1962: Frá svørthvítum sjónvarpi til litir!

Í 1960-unum, tá ið fólk høvdu svarthvítt sjónvarp, segði danska sjónvarpsfólkið, at fólk bara skuldu vaska skíggjan væl við sápuvatni, so kundu tey síggja sjónvarp í litum. Í 1962 í Svøríki segði ein tekniskur serfrøðingur, at um fólk festu ein neilonsokk uttan á skíggjan, so kundi svarthvíta myndin síggjast í litum. Nógvir neilonsokkar vórðu kliptir sundur til fánýtis hendan dagin …

1976: Sveima eina løtu

Sir Patrick Moore, bretskur astronomur, greiddi frá, at jørðin, Jupiter og Pluto fóru at standa á rað klokkan 09.47 tann 1. apríl. Hendingin skuldi føra til, at tyngdarmegin á jørðini fór at minka eina lítla løtu. Og hoppaði tú júst tá, fórt tú at vera í tyngdarloysi eina løtu. Hóast tað bara var skemt, vóru tað nógv fólk, sum søgdu frá, at tey høvdu sveimað í tyngdarloysi hesa løtuna.

1978: Luftin mettar

Eitt amerikanskt tíðarrit skrivaði, at Thomas Edison (hann, sum uppfann ljósperuna) hevði gjørt eina maskinu, sum kundi gera luft til mat. Alt frá grønmeti, kjøti og køkum kundi koma úr maskinuni. Við øðrum orðum: maskinan var loysnin til hungursneyð í øllum heiminum. Ov gott til at vera satt? Ja.

2012: Størsta dvd-savnið

YouTube boðaði frá, at tey fóru at geva dvd-boksina The YouTube Collection út við øllum, sum nakrantíð hevði verið á YouTube. Støddin á boksini: 175 fullir lastbilar.2016: Messi skiftir felag

Messi skiftir felag

Ein bretsk fótbóltsrás boðaði frá, at Barcelona-spælarin Lionel Messi hevði skrivað ein fimm ára sáttmála við kappingarneytan Real Madrid. Afturfyri skuldi hann fáa 500 milliónir evrur. Navnið á reportaranum var Lirpa Loof …

2018: Diamantar úr Eysturoyartunlinum

Í fjør avdúkaði Vágaportalurin eitt loyndarmál: diamantar og rubinar vóru funnir í Eysturoyartunlinum! Enntá so nógvir, at gimsteinarnir kundu vera við til at fíggja tunnilin til Suðuroyar.

Frá svørthvítari mynd til litir - neilonsokkar eru svarið😉

Frá svørthvítari mynd til litir - neilonsokkar eru svarið😉

1. apríl í 2018 legði Alfred E. Eliasen hesa myndina av einum toski við trimum eygum út á Facebook við hesum tekstinum: “Hesin kom upp við línuni í dag … :o Ja, hvat skal man siga … !”😆

1. apríl í 2018 legði Alfred E. Eliasen hesa myndina av einum toski við trimum eygum út á Facebook við hesum tekstinum: “Hesin kom upp við línuni í dag … :o Ja, hvat skal man siga … !”😆


Keldur: Alting har en historie, Facebook og portal.fo

Brot úr grein i STROK 2 | 2019