Grækarismessuhald á netinum
Orsaka av korona vóru eingi grækarismessuhald í ár. Men Barnaútvarpið skipaði tó fyri haldi, har Jóhan Bolstad Mortensen flutti fram røðu
Her er eitt brot úr røðuni:
“Góðu áhoyrarar, góðu føroyingar og góðu tit , sum sita og lurta kring landið - vóandi í fjarstøðu.
12. mars er grækarismessa, men 12. mars í ár var ein kaotiskur dagur, tá ið vit fingu at vita, at nú skuldu vit ikki í skúla í langa tíð, tí koranasmittan var farin at gera um seg alla staðni. Og eisini í Føroyum. Men í dag hava vit valt at halda grækarismessuhald, tí tað er týdningarmikið at vit heilsa tjaldrinum, okkara tjóðfugli og bjóða honum vælkomnum heim til Føroyar.
12. mars plagar at vera dagurin, tá ið vit hugsa, at nú fer várið at byrja. Tá verða sóljur skjótt at síggja. Gula tjóðarblóman, sum heilsar okkum og fær okkum at smíla. Vit fara at gleða okkum til smálombini koma, at síggja reiður, egg og ungar. Og ikki minst at hoyra eyðkenda fuglaljóðið.“