Er tari vegurin fram?
Visti tú, at taraaling kann vera við til at endurbøta villar taraskógir, sum í summum støðum eru raktir av veðurlags- broytingum? Tari upptekur nevniliga nógv CO2, og tað eru nógv djórasløg, sum trívast sera væl í taraskógum.
At ala tara er eisini ein góður máti at framleiða mat, tí tari veksur bæði skjótt og væl. Í Føroyum er ein fyritøka, sum elur tara á opnum havi. Fyritøkan kallast Ocean Rainforest, og her starvast Elsa Berg.
Hvat ger fyritøkan Ocean Rainforest?
– Vit í Ocean Rainforest ala taraslagið breiðbløðkutur sukurtari á aliskipanum í Funningsfirði og á Gøtuvík, og taraslagið giant kelp í Kalifornia, USA.
Eru umstøðurnar góðar at ala tara í Føroyum?
– Í Føroyum hava vit stórar fyri munir. Stóri, brúni sukurtarin hóskar sera væl til taraaling, og júst hesin tarin veksur natúrliga í føroysku firðunum. Hesin tarin trívist best í køldum sjógvi. Okkara sjóhiti er eisini støðugur, og sjógvurin gerst ikki ov heitur um summarið. Hetta ger, at vit kunnu skera taran á okkara taralínum fleiri ferðir, og hann veksur út aftur. Hetta er ikki gjørligt í londum, har tað verður ov heitt um summarið.
Hvat verður tarin brúktur til?
– Tari hevur fyrr verið brúktur um okkara leiðir sum matur, salt og tøð, men tað verður hann næstan ikki longur. Í dag gerast fleiri og fleiri tó tilvitað um, at tari er heilsugóður og smakkar væl og hevur nógvar góðar eginleikar, sum vit kunnu brúka. Í komandi tíðum fer taraaling tí at vaksa nógv í okkara parti av heiminum. Taraaling er tó als ikki nýtt í heimshøpi, tí í til dømis Asia ala tey sera nógvan tara.
Grein í STROK 2
Tekstur: Helena Lamhauge-Mortensen