Pitabreyð - perfekt til avlopið
Eingin hevur hug at oyðsla við mati. Mati, sum onkur hevur brúkt tíð uppá at fáa at vaksa. Mati, sum einaferð var eitt livandi djór, og sum læt lív, fyri at vit skuldu fáa at eta. Mati, sum ofta hevur ferðast við stórum lastbilum og skipum, sum brendu olju. Og alt hatta har. Sum vit væl vita ikki er so gott
So tá ið maturin er her, mugu vit syrgja fyri, at hann ikki fer til spillis. Tað eru nógvir lekkrir mátar at brúka matrestir, og ein hin lættasti er at koyra restirnar í ein “breyðlumma” eitt pitabreyð, eina tortilla ella okkurt, sum líkist.
Tað ber sjálvandi til at keypa pitabreyð, men tað ber eisini væl til at baka tey sjálv, og tað er rættiliga stuttligt tí í ovninum vaksa tey til lítlar ballónir, sum síðani detta saman aftur og innaní er tá skaptur hin kendi lummin í pitabreyðinum; klárur at fylla við øllum teimum góðu restunum, sum vit eiga í køliskápinum.
Tilfar (til 6 pitabreyð):
• 10 g av ger
• 2 dl av lunkaðum vatni
• 1 tsk av salti
• 1 tsk av sukri
• 1 ssk av olivinolju
• 300 g av hveitimjøli
Soleiðis gert tú:
1. Rør ger, salt, olju, sukur og vatn saman
2. Rør mjølið í deiggið og elt væl í einar 510 minuttir. Um deiggið er ov klistrut, koyrir tú meira mjøl í
3. Koyr eitt sindur av olivinolju í ein bolla og rulla tað nú elastiska og spenta deiggið í oljuni, so at eitt tunt lag av olju er á øllum yvirflatanum og deiggið ikki klistrar seg fast í bollan. Lat deiggið ganga í 1-2 tímar, til tað er umleið dupult so stórt
4. Hita ovnin til 225 stig. Být deiggið í 68 bitar. Rulla pitabreyðini út við eini baki rullu. Tey skulu vera eitt sindur meira enn ein hálvan cm tjúkk
5. Baka pitabreyðini í ovninum til tey eru bólgnað upp sum ballónir. Legg eitt visku- stykki oman yvir tey nýbakaðu pitabreyðini
6. So er kárt at fylla breyðini við teimum matrestunum, tú eigir heima, og einum góðum dressingi
Ymiskar restir, sum rigga væl í pitabreyð:
• Bønir
• Linsur
• Høsnarungi
• Lambskjøt
• Oksakjøt
• Kaldur fiskur
• Pasta
• Rís
• Eplir
• Ymiskt grønmeti rátt og tilgjørt
• Frukt kann eisini rigga væl saman við øðrum mati
Grein í STROK 2
Hugskot, tekstur og myndir: Tjóðhild Patursson